Ungu menninir gjørdu av við FC Suðuroy

NSÍ eykamenninir vunnu í dag á heimavølli ímóti FC Suðuroy

Hóskvøldið vóru fleiri av ungu monnunum, sum higartil í ár hava spælt nógv á besta liðnum, á beinkinum, tá ið NSÍ á heimavølli vann ímóti B36.

Í dag vitjaði FC Suðuroy við Løkin. Nú vóru eitt nú Magnus Olsen, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen, Petur Knudsen, Jann Benjaminsen og Jannik Olsen á NSÍ liðnum, sum vann 4-2 á FC Suðuroy, eftir 3-0 í hálvleikinum.

Jannik Olsen, Jann Benjaminsen og Petur Knudsen skoraðu málini í fyrra hálvleiki.

 

Tað kom spenningur í aftur, tá ið FC Suðuroy í sjey minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði tvær ferðir. Tað vóru Mamuka og Ari K. Poulsen, sum minkaðu um munin til 3-2.

So var heilt spennandi í tað mesta av einum hálvum tíma. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, umsetti Petur Knudsen brotsspark til mál, og harvið vann heimaliðið 4-2.

NSÍ er á fjórða plássi við 27 stigum, og FC Suðuroy er á fimta plássi við 25 stigum.