Tað er umráðandi, at vit í Føroyum hava eitt mentanarrit, sum fólk kunnu senda tekstir og viðgerðir av tekstum og mentan til, fáa tað ritstjórnað og út til almenningin. Eitt rit, sum lýsir samtíðina og tað, ið hendir á mentanarøkinum. Ja, ein varða fyri bæði nú- og eftirtíðina. Tað eru nýggja ritstjórnin á Varðanum - tríeindin Rakel Helmsdal, Sanna Dahl og Sanna Klein – á einum munni um, og hetta er eisini idealistiska orsøkin til, at tær nú traðka í fótasporini hjá fleiri navnframum føroyingum og leiða tíðarritið Varðan víðari á síni leið.
Ritstjórnin er sett saman av teimum trimum Rakel Helmsdal, rithøvunda, Sannu Andrassardóttir Dahl, sum starvast á føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og Sannu Klein, sum undirvísir á Glasi. Báðar eru tær bókmentafrøðingar.
Í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti greiða tær millum annað frá, at tær tóku av avbjóðingini at ritstjórna Varðanum, tí tær hildu, at tað enn er stórur tørvur á einum slíkum mentanarriti í Føroyum, og tað hevði verið harmiligt, um Varðin ikki kom út longur.
– Fleiri av teimum ungu rithøvundunum, sum hava verið á skriviskeiði hjá mær, hava sent tilfar til millum annað Varðan, tí onkrastaðni má tað prentast. Tú ert ikki ein rithøvundur, fyrr enn onkur annar hevur lisið tað, tú hevur skrivað, og tú hevur fingið respons upp á tað. Øll list snýr seg um samskifti – listafólkið samskiftir við móttakaran, sigur Rakel Helmsdal um týdningin av einum slíkum mentanarriti, sum Varðin er.
Les longri samrøðu við tær tríggjar í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her