Ungdómurin vildi hava Páll Finnur Páll

-Á Facebook vísa fleiri hundrað føroyskir ungdómar, at tey gleða seg til ársins Ungdómstúr hjá Norrønu, og tey hava sjálvi valt at fáa Páll Finnur Páll við, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðarstjóri hjá Smyril Line

Nú styttist til tiltikni ungdómstúrurin hjá Norrønu aftur er á skránni.

 

Hetta hevur seinastu árini verið eitt afturvendandi tiltak hjá Smyril Line, og á hvørjum ári er tónleikur og undirhald við á túrinum, soleiðis at Norrøna hesar dagarnar bert tilhoyrir ungdóminum. Og soleiðis verður aftur í ár.

 

-Út frá teimum viðmerkingunum, sum vit fáa eitt nú á Facebook, so gleða fólk seg til túrin. Og nógv ung fólk hava eisini ynskt at fáa Páll Finnur Páll við á túrin, sigur Henny á Líknargøtu.

 

Trygdin er í hásæti

Flest okkara minnast helst tiltikna ungdómstúrin fyri nøkrum árum síðani, tá Smyril Line fekk sera nógvar klagur um túrin, og miðlarnir settu nógv fokus á hendingarnar umborð.

 

Eftir tann túrin var eingin ungdómstúrur á skránni í nøkur ár, men síðani valdi Smyril Line at taka leistin uppaftur.

 

-Norrøna hevur maksimala trygdarmanning umborð hendan túrin, og vit hava aftur í ár nógvar vaktir við, sum mugu teljast millum bestu trygdarfólkini í landinum. Men annars haldi eg, at ungdómurin dugir væl at skikka sær pent og hava tað stuttligt, sigur Henny á Líknargøtu.

 

 

Henny á Líknargøtu heldur, at hesin ungdómstúrur er ein spennandi uppliving fyri ungdómar kring landið.

 

-Eg kundi hugsað mær hendan møguleikan, tá eg sjálv var ung. Tað, at verða saman við sínum javnaldrum á ?cruise?, er sjálvandi spennandi, sigur Henny á Líknargøtu.

 

-Páll Finnur Páll lova undirhalda á hægsta stigi, so tað er bara at taka tað góða lagið við umborð, so skal tað uttan iva blíva ein góð uppliving, staðfestir Henny á Líknargøtu.

 

Hon sigur, at sølan av ferðaseðlum gongur væl, men enn er møguleiki at ogna sær ferðaseðil til Ungdómstúrin 2011.