Í kvøld klokkan 19.30 verður ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni.
Næmingar og lærarar frá Nordsjællands eftirskúla koma at viðvirka, við sangi, drama og vitnisburði.
Møguleiki verður eisini fyri at tendra ljós og njóta kvirruna. Altarborðið verður dekkað.
Tað verður Hanus á Gørðum, sum kemur at standa fyri altartænastuni.










