Tað gongur so strilti hjá Tórshavnar Kommunu at útvega grundstyyki í Kollafirði at stórur vandi er fyri, at nógvir kollfirðingar at kalla verða tvingsilsfluttir úr bygdini.
Støðan er nevniliga tann, at skulu nógvir kollfirðingar gera sær nakra vón um at fáa grundstykki í bræði, verða teir noyddir at flyta úr Kollafirði.
Kommunan hevur í fleiri ár arbeitt við at útvega byggilendi í Kollafirði, men higartil hevur tað verið til fánýtis, tí tað hevur ikki eydnast kommununi at útvega nakað grundstykki.
Og sum støðan er nú, verður miðað eftir eini loysn, har eini 30-40 grundstykki kunnu útvegast einaferð í næstu framtíð, men tíðarætlan er ongin sett á – og tað er heldur ikki greitt um hetta yvirhøvur verður til nakað.
Men hetta munar ógvuliga lítið, tí umsitingin hjá Tórshavnar Býráð upplýsir, at 144 umsóknir eru um grundstykki í Kollafirði.
Og higartil hevur tað ikki eydnast at útvegað nakað grundstykki grundstykki, hóast arbeitt hevur verið við tí í fleiri ár og tað nærmasta, sum nú liggur fyri, er at vónandi verða eini 30-40 grundstykki útvegað einagferð í næstu framtíð.
Sostatt er greitt, at hjá nógvum eru lítil og ongi útlit fyri at dreymurin um hús og heim í Kollafirði, fer at bresta.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur kortini, at veruligi tørvurin er ikki so stórur, tí nógv skriva seg upp í góðari tíð.
Men annars vónar hann, at hugburðurin til jørðina fer at broytast, so at rætturin til at fáa jørð at byggja á, verður tryggjað.
Tað, hann hugsar um, er at tað eigur undir øllum umstøðum ikki at vera so tvørligt at fáa fatur á almennari jørð til byggilendi, eisini dyrkaðari jørð.
- Tað eigur tað almenna at syrgja fyri, tí tað má verða ein av okkara fremstu skyldu at tryggja fólkið byggilendi.
- Í Kollafirði sleppa vit ikki at røra okkum, tí har er so nógv dyrkað lendi og henn fæst ikki fatur á til byggilendi.
- Tað ber heldur ikki til at ognartaka til grundstykki.
Heðin Mortensen sigur, at í Ringasta føri kann avleiðingin verða, at kollfirðingar, sum vilja hava tak yvir høvdið, mugu leita sær í aðrar partar í kommununi, leggur hann afturat.
Og hann heldur bólturin í mesta mun liggur hjá Løgtinginum og hjá Búnaðarstovuni.
Les eisini greinina: Seyður og neyt forða fyri grundstykkjum í Kollafirði.