Tað er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, at summi ung selja sín kropp fyri at fáa atgongd til rúsevni. Hetta kom fram í Degi og Viku í kvøld, har samrøða var gjørd við Magna Højgaard, leiðara fyri “Megna títt lív”.
“Megna títt lív” er eitt átak fyri ung í aldrinum 15-30 ár, sum hava sosialar ella sálarligar avbjóðingar, og sum stríðast við rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslu.
Tað verður mett, at tað í dag eru umleið 100 ung, sum hava so mikið stórar trupulleikar í gerandisdegnum, at tey hava tørv á einari hjálpandi hond frá “Megna títt lív”. Av hesum eru tað summar ungar kvinnur, sum mugu brúka heimsins elstu professión fyri at fáa ráð ella atgongd til rúsevni.
Magni Højgaard fortelur í innslagnum um eitt dømi um eina unga kvinnu, sum selur kropp sín og fær pengar frá einum eldri manni, sum hon so brúkar til at keypa sær rúsevni við. Eisini eru onnur dømi um ungar kvinnur, sum geva sín kropp fyri at fáa ein rús afturfyri.
Tað gongur eftir øllum at døma fyri seg allastaðni, bæði á almennum støðum og í tí privata heima hjá fólki, fortelur Magni Højgaard í innslagnum hjá Degi og Viku.
Hetta kemur ikki óvart á Martin Kúrberg, leiðara á Frælsinum og Herberginum. Hann hevur eisini hoyrt líknandi søgur um hetta harða umhvørvið millum nøkur ung í føroyska rúsevnisumhvørvinum.
– Vit hava sum samfelag skyldu at gera ein annan innsats enn tað, vit hava gjørt, sigur Martin Kúrberg í Degi og Viku.
Hygg at øllum innslagnum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.