Unga Tjóðveldið fegnast um semjuna í landsstýrinum

Tíðindaskriv frá Unga Tjóðveldinum

 

Unga Tjóððveldið tekur fult og heilt undir við ætlanini hjá Føroya Landsstýri um at yvirtaka øll málsøkir og niðurlaga heildarveitingina eftir einum skipaðum leisti, soleiðis at Føroya fólk hevur møguleikan at taka støðu til sína framtíð uttan at hava búskaparligar hóttanir hangandi yvir høvdið.

Unga Tjóðveldið fegnast eisini um at Føroya Løgting, saman við yvirtøkutilgongdini, byggir á og samtykkir, at Føroya fólk er ein serstøk tjóð við ómissandi sjálvsavgerðarrætti.

Unga Tjóðveldið ásannar, at nú ræður um hjá øllum flokkum í samgonguni at halda fast við ætlanina, og Unga Tjóðveldi mælir tískil til at lagdar verða til viks tær ósemjur og flokkadráttur sum tók seg upp í kjalarvørrinum á samgongukreppuni seinastu vikurnar.