Ung kvinna stjól tok í Svøríki

Tað bleiv ikki tann langa ferðin, tá ein ung kvinna stjól eitt tok uttan fyri Stockholm í nátt. Við Saltsjöbaden fór tokið av breytini, rendi á eini íbúðarhús og varð standandi. Nøkur fólk vóru í húsunum, men eingin teirra fekk skaða.

-Tað var ein reingerðarkvinna í 20-árunum, sum fór við tokinum stutt fyri klokkan trý, men vit vita ikki, hví hon gjørdi tað, sigur kunningarleiðarin hjá jarnbreytarfelagnum við Aftonbladet.

Tokið, sum kvinnan tók, var ikki í rutu, og tí vóru eingi ferðafólk í tí.

Talsmaðurin hjá jarnbreytarfelagnum sigur, at kvinnan hevði ein lykil til at seta tokið í gongd við, men hann dugir ikki at siga, hvussu hon hevur fingið fatur á lyklinum, tí reingerðarfólkini hava ikki atgongd til slíkar lyklar, sigur hann.