Ung kvinna loysir Svend Auken av

27 ára gamla Maja Panduro hevur tikið sæti í Fólkatinginum eftir Svend Auken. Maja Panduro, sum lesur samfelagsfrøði við lærda háskúlan í Århus, er ættað úr Randers, har hon hevur verið býráðslimur síðani 2005.

Á seinasta fólkatingsvali stillaði hon upp fyri Sosialdemokratarnar í Randers og gjørdist varalimur. Tí hevur hon nú tikið við eftir Svend Auken.

Fólkatingið mintist í dag Svend Auken, sum doyði fyri einum mánaði síðani.