Ung í Føroyum
Í vikuskiftinum 18.-19. februar verður Ung í Føroyum stevna á fyrsta sinni hildin uttanfyri høvuðsstaðin. Lista- og mentanarstevnan fyri ung millum 13 og 18 ár verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tað er Fuglafjarðar kommuna sum skipar fyri, í samstarvi við Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og aðrar kommur á Eysturoynni og Norðoyggjum.
Stevnan er tann fyrsta av ætlandi trimum stevnum um landið, sum verða hildnar støk ár, meðan stevnuna í Norðurlandahúsinum heldur fram makað ár.
Eins og í Norðurlandahúsinum, er stevnan í Mentanarhúsinum fullteknað, og bíðilisti er. Fjøruti ung eru sloppin við á stevnuna. Tey fara at á innanhýsis sýning at sýna fram egin avrik: fríggjakvøldið verða pallframførslur í Mentanarhúsinum og alla vikuna verður myndlistaframsýning í Ribarhúsi. Fleir enn 90% av teimum ungu hava meldað seg til við einhvørjum, tey vilja vísa.
Leygardagin verður ein langur arbeiðsdagur - fimm yrkislistafólk leiðbeina teimum ungu á hvør sínum listaøki. Hesi eru Sjónleikaverksmiðja við Mikkjali Helmsdal, Tónleikaverksmiðja við ljóðtøkni við Kára Sverrasyni og Johannesi Steingrund, Fotoverksmiðja við Amy Hansen og Myndlistaverksmiðja har ein heilur veggur í Mentanarhúsinum verður prýddur við Karstini Olgar Lamhauge.
Opnar verksmiðjur verða leygardagin millum kl. 18 og 19 har vinir, familja og onnur áhugað fáa høvi til at vitja meðan arbeitt verður. Soleiðis ber til at fáa ein hómig av, hvat verður skapt og hvussu. Tað eru egnu hugskotini hjá teimum ungu sum eru grundarlagið undir tí, ið arbeitt verður við, og verður tað, sum er at síggja leygarkvøldið helst eisini umboðandi fyri, hvat yngsta ættarliðið av føroyskum listafólki vilja og duga við kønari leiðbeining.
Lærarar í listagreinunum í fólkaskúlanum hava møguleika at melda seg sum eygleiðarar á stevnuni. Har verður fyrilestur og kjak í Ribarhúsi kl. 12 - 14.30, og fáa høvi til at vitja verksmiðjurnar. Evnið er ?Hvussu kann áhaldandi undirvísing í listalærugreinum og tiltøk sum Ung í Føroyum skapa grundarlag hvørt fyri øðrum??
Myndlistaframsýningin í Ribarhúsi verður at síggja eina viku eftir stevnuna, og tíðindi frá stevnuni verða løgd út á alnetið av ungum tíðindafólkum á Ungum í Føroyum.