Hetta sær ikki gott út. Tað staðfestir Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Á Býráðsfundi í gjárkvøldið umrøddu tey inntøkurnar av kommunuskatti hjá Tvøroyrar Kommunu higartil í ár.
Og úrslitið er í miðal hava allar kommunurnar kring landið eina inntøku av kommunskatti higartil í ár sum er 8,65 prosent hægri enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.
Men hjá Tvøroyrar Kommuna er vøksturin nógv minni, tí higartil í ár er inntøkan hjá Tvøroyrar Kommunu av skatti, ikki meiri enn 1,58 prosent hægri enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør.
Og tað skilja tey ikki rættiliga, tí tað er nógv arbeiði í kommununi og virkið hjá Varðanum fór eisini undir virksemið aftur í summar.
Inntøkuvøksturin á Tvøroyri er eisini nógv minni enn í øðrum kommunum í Suðuroy, tí í Hvalba er vøksturin 6,17 prosent og í Sumba hevur vøksturin verið 7,37 prosent, sum er nakað undir miðaltalið fyri alt landið.
Men í Vági hevur vøksturin higartil í ár verið 8,72 prosent, sum er yvir miðalvøksturin í øllum landinum, og somuleiðis er vøksturin í Porkeri yvir miðal, tí har hevur hann verið 8,72 prosent - og í Hovi hevur vøksturin verið heili 11,48 prosent.
Einasta undantakið er Fámjins Kommuna, tí hon er einasta kommuna í landinum, har inntøkurnar hava verið minni higartil í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør. Minkingin var 2,36 prosent.











