Undirvísa fýra tímar meira enn aðrir

Føroya Lærarafelag undrar seg stórliga tá Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, sigur, at lærarar skulu fáa samsýning fyri meiri álagt arbeiði.

Føroya Lærarafelag hevur ikki kravt samsýning fyri meira álagda arbeiðið. Vit hava heldur ikki kravt løn fyri hetta meiri álagda arbeiðið.

Føroya Lærarafelag krevur, at lærararnir í føroyska fólkaskúlanum skulu fáa tíð at gera tað arbeiðið, sum okkum er álagt í nýggju fólkaskúlalógini.

Føroya Lærarafelag undrar seg eisini stórliga á, at Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, sigur, at arbeitt verður við ymsum útrokningum í samband við arbeiðsósemjuna, samstundis, sum Tummas Magnussen úr Fíggjarmálastýrinum sigur, at teir als einki gera við málið.

Hvør meinar nú hvat?

Enn einaferð sæst, hvussu tvinni aðalstýri hjá Føroya Landsstýri ikki arbeiða saman.

Hvussu skal nakað spyrjast burtur úr samráðingum, tá slík viðurskifti valda?

Men her snýr tað seg ikki bara um lønarsamráðingar, men um ein nýggjan og góðan fólkaskúla, ið tæna skal Føroya Fólki.

Hetta kostar.

So, Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal ikki halda á at tvinna løn og meirkostna saman.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at føroyskir lærarar undirvísa færri tímar enn lærarar í Norðurlondum annars.

Hesum kann Føroya Lærarafelag afturvísa.

Føroyskir lærarar undirvísa umleið 4 klokkutímar meira enn bæði íslendskir og danskir lærarar, sigur Føroya Lærarafelag í tíðindaskrivi.