Undirsjóvartunnil Skálafjørður?Hvítanes

Fyrispurningur til Finnboga Arge

Havi fylgt við í kjakinum um raðfesting av íløgum, sum skulu gerast næstu árini. Eg vil spyrja Finnboga, hví ein cost-benefit útrokning ikki er gjørd yvir ein undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Hvítanes.

Eg vil ikki hervið siga, at hesin undirsjóvartunnil skal gerast beinanvegin, men tá fíggjarliga orkan loyvir tí. Tað kundi verið sera áhugavert at sæð eina slíka útrokning. Serliga tá ein hugsar um:

1.At ein slíkur tunnil hevði stytt farleiðina til Havnar hjá 14.000 fólkum við í miðal uml. 45 km. (Syðra-Eysturoy 8.500 fólk + Norðoyggjar 5.500 fólk), roknað frá krossvegnum í Søldarfirði. ? Hjá teimum, sum búgva í Runavík, Toftum og hinum bygdunum nærhendis styttist farleiðin uml. 55 km.

2.At hesin tunnilin vildi verið uml. 5 km og vildi tí kostað tað sama sum Vágatunnilin, 180-240 mill. kr. (afturímóti einum tunnli til Klaksvíkar, sum er 7 km og kostar 300 mill. kr.).

3.At sparingin verður uppaftur størri, um Klaksvíkartunnilin eisini verður gjørdur orsakað av øktari ferðslu.

4.At íløgan at gera tunnil Kambsdal-Millum Fjarða kann sparast burtur, tí styttri verður hjá fuglfirðingum, klaksvíkingum o.ø. at koyra eftir verandi vegi og suður gjøgnum undirsjóvartunnilin Skálafjørð-Hvítanes.

5.At Kambsdal-Millum Fjarða-tunnilin styttir farleiðina millum Norðuroyggjar og Tórshavn einans 7 km. Prísur 115 mill. kr. , fólkagrundarlag: 8.400 (Norðuroyggjar, Fuglafj. Leirvík, N. Gøta).


Eg haldi at hetta eru argument, sum týðuliga tala fyri einum slíkum tunnli, og tí undrar tað meg stórliga, hví ein cost-benefit útrokning ikki er gjørd yvir hendan tunnilin eisini.

Vinarliga,


Tóki Højgaard,

Rituvík