Er tað so, at Føroya landstýri roynir at skáka sær undan ábyrgd við at tosa um heimildir, so er spurningurin, um teir ikki áttu at givið skarvin yvir til flokkar, ið megna at liva upp til ta ábyrgd, ið teir hava fingið frá føroysku veljarunum.
Løgið er, at føroyingar ikki kunnu frá- ella tilmæla um flóttarfólk, tí at lóggáva um økið ikki er uppá pláss og at heimildirnar liggja í Danmark. Landstýrið himpraðist ikki við at innkalla útlendskar sendiharrar og sendistovustarvsfólk til sokallaðan kunnandi fund um fullveldisætlanina í Keypmannahavn, hóast Føroya Landstýri formelt ikki hevur uttanlandsmál. Heldur Høgni Hoydal eisini, at vit skulu gevast við at samráðast um fiskiveiðuavtalur við aðrar tjóðir, tí vit ikki hava evsta vald og fullu ábyrgdina av uttanlandsviðurskiftum?
Í einum landi við 46.000 íbúgvum má væntast, at viðhvørt stinga mál seg upp, har øll lóggáva ikki er uppá pláss. Sjálvandi er best, um lóggáva er fingin uppá pláss, men eitt Landstýri kann ikki seta seg hendur í favn og bíða við avgerðum í upp til fleiri ár, tí lóggáva ikki er gjørd til fulnar.
Vit mugu ansa eftir, at tað ikki eydnast hesari samgonguni at steðga øllum upp fyri at royna at fáa tesuna, har einki ber til uttan fullveldi, til veruleika við ikki at vilja taka støðu, tí tað sambært teimum undirbrotligu ikki ber til undir heimastýrislógini. Siðvenja er, at tá føroyingar fyrst hava fingið avgerðarrætt á einum øki, so verður hann ikki tikin frá okkum aftur. Eitt er vist, og tað er, at um danska stjórnin gav serbisku flóttafólkunum uppihaldsloyvi í Føroyum utttan at spyrja Landstýrið eftir, so hevði verið ramaskríggj úr Føroyum.
Pínligt er tað, men kann tað veruliga hugsast, at Landstýrið stingur høvdið í sandin, og vil ikki taka støðu í flóttarfólkamálum, tí lættast er at sleppa frá í slíkum kenslubornum málum?