Kom dansandi inn í nýggja árið; Undirbeat rundar árið av við hart pumpandi electro gildi nýggjársaftan við DJ·ÓR og DJ Knýtil
handan plátuvendarapultin. 2007 var árið, tá elektróniska tilvitanin av álvara brakaði inn um gátt í knokkum Føroya ungfólks. Vit sóu elektróniskt leikandi tónleikabólkar og -einstaklingar spíra á hvørjum horni. Um alt land gjørdust vit vitni til, at ungdómurin hoppaði og dansaði sum ongantíð áður afturvið feskastu elektrorútmum úti og innan úr heimi.
Undirbeat hevur flestum kunnugt verið í yvirgear allan desember mánað, og sjálvan nýggjársaftan verður so fimta og seinasta
Undirbeatið á hesum sinni.
Hetta verður somuleiðis fyrsta Undirbeat í 2008, tí tað byrjar tveir tímar eftir midnátt - t.v.s. 1. januar kl 02.00!
DJ·ÓR og DJ Knýtil standa aftan fyri pultin alla náttina og syrgja fyri, at Undirbeatið dukar, so tað rungar eftir í. Tey vitjandi kunnu vita seg sikkur í, at mangur ein nýklassikari úr teirri altjóða elektrokanonini verður at hoyra hetta kvøldið. Eingin fer at standa í frið, og eingin fer ósveittandi avstað aftur, lova fyriskaparirnir.
Kostnaðurin er 100 kr