Tey av Kamarinum er ein av teimum heilt gomlu bólkunum í Havnini. Bólkurin hevur røtur heilt aftur í fimmtiárini, og síðan tá hava tey ríkað føroyskt tónleikalív, har tey hava sett orð á kenslur, sum ættarlið efti ættarlið hava kent seg aftur í.
Í kvøld fingu Tey av Kamarinum Ársins tónleikaheiður á FMA 2019.
Allur salurin reistist, tá Eybjørn og Jákup komu inn at tóku ímóti heiðrinum.
- Hetta var veldugt. Mann er errin... og gamal. Tað eru fleiri menn, sum hava sagt, at besta kenningin er viðurkenningin. Takk fyri viðurkenningina og herðaklappið, segði Jákup Jakobsen.
Tey av Kamarinum eru undangongufólk í føroyskum tónleiki og hava lagt eftir seg stóran sangskatt. Í 2014 fingu Tey av Kamarinum Mentanarvirðisløn Landsins.
Bólkurin varð stovnaður í 1955 og var kjarnin í bólkinum frá byrjan børnini hjá Olevinu av Kamarinum í Havn og Jóannes í Geil úr Skálavík. Systkini eru: Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margretha, Ingolf og Jákup.