Undangongufólk og trúgvar stuðlar heiðraðir

Á stórfingnari móttøku í ítróttar høllini í Vág, nýtti Vágs Bóltfelag høvi til at heiðra tvær eldsálir

Heiður

Eru tað tvey gomul hjørtu i Vági, sum banka hart og heitt fyri VB, eru tað hjørtuni á Petur Vilhelm og Onnu Petersen.
Petur Post og Anna hjá John, sum tey vanliga verða nevnd, hava verið av ídnastu VB- viðhaldsfólkum alt teirra lív.
Petur Vilhelm, sum fylti 85 herfyri, hevur verið undangongumaður í VB og eitt áramál var hann formaður.
Anna Petersen fylti 90 fyrr í ár, men tað hevur ikki lagt ein dempara á hugin og viljan at stuðla VB.
Bæði eru tey framvegis av ídnastu viðhaldsfólkum og stuðlar hjá VB.
Anna er mangan enn og ferðast við liðnum, tá ið spennandi dystir eru. Soleiðis var hon við í Klaksvík herfyri, tá ið VB- kvinnurnar vunnu føroyameistaraheitið í hondbólti.
Tey, sum plaga at vera við landsliðnum í fótbólti munnu eisini kenna hana aftur, tí tá ið føroyingar spæla landsdyst, hevur Anna tíðum talst ímillum áskoðararnar.
Á móttøkuni í Vági sunnudagin, nýtti formaðurin í VB, John Henrik Holm, høvi til at handa teimum báðum hvør sína 100 ára gullnál, sum einans er gjørd í heilt fáum eintøkum.
Petur Post er frammanundan einasti heiðurslimur í VB.