Síðani Skúladepilin í Suðuroy var liðugur, hava stórur trupulleikar verið í húsinum, bæði av leka og øðrum. Men MT Højgaard, sum bygdi skúlan, hevur støðugt arbeitt við at umvæla brekini, sigur Helena Dam á Neystabø, í einum svari til Hergeir Nielsen, løgtingsmann, sum hevur spurt hana um støðuna á skúlanum.
Landsstýriskvinnan skoytir upp í, at tey flestu innandura brekini eru umvæld.
Tað er eisini avtalað við MT Højgaard, at brekini, sum eru eftir innandura, verða umvæld hesar báðar næstu tvær vikurnar.
Samstundis skal byggifelagið gera uppskot til, hvussu útsíðurnar skulu umvælast.
- Semja er um, at hetta arbeiði eigur ikki at fremjast á vetri, men at best er at bíða til várs, um tað gerst neyðugt at taka klædningin niður og arbeiða uttanífrá.
Landsverk hevur upplýst fyri landsstýriskvinnuni, at higartil hevur MT Højgaard gjørt alt umvælingararbeiðið fyri egna rokning, og upplýst er, at tað verður eisini galdandi fyri arbeiðið at umvæla útsíðurnar.
Annars kenna tey einki til, at drenini eru typt og at móra setir upp ígjøgnum gólvini, soleiðis sum Hergeir Nielsen eisini rør framundir.
Einaferð herfyri tað var gloprarregn, hótti vatn við at renna inn gjøgnum eitt hurðaop tí at ein frárenning ikki kláraði at svølgja tað nógva vatnið.
- Hetta varð tó fyribyrgt, áðrenn skaði hendi, og tiltøk vóru alt fyri eitt gjørd fyri at tryggja, at hetta ikki endurtekur seg, sigur Helena Dam á Neystabø.










