Størstu íløgurnar hjá Porkeris kommunu í hesum fíggjarári fara til umvæling av skúlanum og til bingjuplássið niðri á bryggjuni.
- Í fjør fóru vit í holt við at umvæla skúlan, og hildið hevur verið fram við hesum arbeiði í ár. Í fjør brúktu við umleið 1,4 miljónir krónur, og í ár koma vit at brúka umleið 400.000 krónur. Tilsamans verður hetta ein íløga, sum fer at tátta í tvær miljónir.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu, vísir á, at takið í forhøllini í skúlanum, sum er ein glaskonstruktión, hevur likið, og nú er øll takkonstruktiónin skift.
- Flagið er eisini tikið av skúlatakinum annars, og her eru nýggjar plátur og flag lagt á aftur. Tað vísti seg, at plátur undir flagnum vóru turrmodnaðar. Nú eru vit við at verða undir landi við umvælingini av skúlanum.
Porkeris kommuna hevur eisini gjørt av, at skúlin skal málast í summar. Tað eru nøkur ár síðan, at skúlin varð málaður seinast, og nú verður hann so málaður aftur.
Mikkjal Sørensen sigur, at í barnaskúlanum í Porkeri ganga 25 næmingar, og tá farið verður í skúla aftur eftir summarfrítíðina, verða børnini 28 í tali.
- Trý børn byrja í skúlanum til heystar, og í ár fer eingin næmingur úr 7. flokki og víðari til Vágs í framhaldsskúla.
Í Porkeri er opið bingjupláss niðri á bryggjuni, og í ár hevur kommunan sett sær fyri at loysa hetta mál á ein hóskandi hátt.
Borgarstjórin ásannar, at bingjuplássið er einki at reypa sær av. Hetta er eitt mál, sum ongantíð er loyst, men nú skal hetta so gerast.
- Vit hava sett eina hálva miljón krónur av til hetta arbeiði, og eg vóni, at arbeiðið kann verða klárt at bjóða út um ein mánaða ella so.
Mikkjal Sørensen sigur, at bingjuplássið skal planerast, stoypast og hegnast av, eins og økið skal hava vatn og kloakk.
- Eg vóni, at vit á nýggja bingjuplássinum eisini í størri mun fara at skilja ruskið meira, leggur borgarstjórin aftrat.