Umstríddi filmurin fingið 10.000 krónur í stuðli

Mentanarnevndin hjá býráðnum í Havn samtykti einmælt at lata stuðul til filmin Sæla

Tað eru ikki øll, sum halda, at filmurin Sæla hjá Katrin Joensen-Næs ikki hevur uppiborið almennan stuðul. Tí meðan umsóknin um stuðul fekk noktandi svar frá landsstýrinum, so hevur eitt samt Tórshavnar býráð valt at stuðla filmsverkætlanini.

 

– Tað eru nógv, sum søkja um stuðul, og nógv fáa eisini noktandi svar. Men vit halda okkum til leiðreglurnar um at veita stuðul á mentanarøkinum, og hesin filmurin uppfylti treytirnar, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini í býráðnum í Havn.

 

Mann metti her ikki, at talan var um ein film, sum fór um mark. 

 

Søkt varð um 40.000 krónur til filmsverkætlanina, men avgjørt varð at stuðla við 10.000 í staðin.

 

Fundurin í mentamálanevndini í býránum var mitt í apríl.