Umstøðurnar betri síðani føroyingarnir komu

Daniel er fyristøðumaður í einari kirkju í einari lítlari bygd í Rumenia. Hann er í Føroyum saman við konuni Marellu. Tey ynskja at takka fyri ta hjálp, sum tey hava fingið úr Føroyum. Hóast syndarliga vánaligar umstøður, eru tey bæði glað, tí at tey hava trúnna á Jesus

Daniel og Merella Banu úr Rumenia eru í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Hann er fyristøðumaður í einari kirkju í heimbygdini, sum liggur 100 kilometrar úr Bukarest. Tey móttaka menningarhjálp frá landsstýrinum, og Thomas Juul Askham úr Havn hevur saman við Ásbjørn Niclasen og Sverra Kjærbæk verið í Rumenia og hjálpt teimum.

Daniel greiðir frá gerandisdegnum í Rumenia. Durita Dam Jacobsen umsetti fyri tey bæði. Tey skilja tó væl enskt.
- Vit búgva í einari kommunu við 5000 íbúgvum. Kommunan er býtt upp í 5 bygdir. Í heimbygdini hjá Daniel og Marellu búgva 400 vaksin, sigur Daniel.
- Rumenar telja einans vaksin, tá ið tey telja limir, leggur Durita afturat.
- Hvør familja hevur í miðal 5-6 børn. Teir flestu menninir arbeiða innan byggivinnu, men tað er sera torført at finna arbeiði. Nógvir eru noyddir at ferðast til høvuðsstaðin Bukarest at arbeiða. Tá búgva teir í Bukarest gerandisdagar og koma heim í vikuskiftunum. Tey lægst løntu í Rumenia fáa einans 1000 krónur um mánaðin. Flestu kvinnur eru heimagangandi, greiðir Daniel frá.

Teir hentleikarnar, sum vit taka fyri givið, kenna tey als ikki til heima í Rumenia.
- Tað eru 9 bilar í okkara bygd. Teir eru allir 15-20 ára gamlir, og mangan er tað trupult at starta teir. Tað eru 4 telefonir í bygdini. Eg eigi eina, og tað er mangan, at fólk koma inn til mín at læna telefonina, sigur hann.
Hóast vánaligu korini, tykjast tey ikki at vera kedd ella mótfallin.
- Vit eiga Jesus, og tað troystar okkum. Umstøðurnar eru vorðnar nógv betri, síðani føroyingarnir eru komnir at hjálpa okkum. Serliga hava teir verið óførir at gjørt okkum vatnverk, sum reinsar vatnið. Nú hava 175 hús fingið innlagt vatn, og tað er stór framgongd. Vit hugsa um Føroyar hvørja ferð, vit tendra kranan og biðja fyri tykkum, sigur Daniel.
Tað eru enn 60 hús, sum mangla at fáa innlagt vatn. Tað eru heldur ikki øll, sum hava elektrisitet í húsinum.

Fyri hesi fólkini er tað sera týdningarmikið at fáa hjálp, so at tey kunnu fáa yvirskot at hugsa um útbúgving. Vanliga fara børnini í forskúla í heimbygdini og ganga til 4. flokk. Síðani skulu tey ganga til grannabygdina, sum liggur 2 kilometrar frá. Har ganga tey inntil 8. flokk og gevast tá, tí at foreldrini hava ikki ráð at senda tey til Bukarest til eina miðnámsútbúgving.
- Børnini mugu ganga ella súkkla. Diesel kostar tað sama í Føroyum og í Rumenia. Eg skal brúka eina heila mánaðarløn til at fylla tangan tvær ferðir. Tí er tað sera dýrt at ferðast, greiðir Daniel frá.
Ásbjørn Niclasen hevur skipað fyri, at 20 ung úr bygdini eru sponsorerað úr Føroyum at fara undir víðari útbúgving.
- Tað eru vit sera takksom fyri. Hetta er eisini nakað, sum vit leggja stóran dent á í kirkjuni hjá okkum, sigur Daniel.

Daniel og Marella skulu ferðast kring landið og hava møtir. Tey verða her inntil 13. november.
- Vit vilja fegin siga tykkum takk fyri hjálpina. Vit hava longu hitt løgmann og greitt honum frá, hvat ið menningarhjálpin verður nýtt til, sigur Daniel.
- Her er deiligt at vera, men eg sakni okkara 7 børn, sum eru eftir í Rumenia. Tann elsti er 14, og tann yngsta er einans 1 ár. Vit hava myndir hangandi í kamarinum av teimum, og vit mussa tey góða nátt hvørt kvøld, sigur Marbella.
Thomas Juul Askham heldur fram við arbeiðinum í Rumenia. Í nærmastu framtíð verður ein kontainari við sjúkrahúsútgerð sendur hartil. Í Rumenia kostar øll viðgerð og allur heilivágur, og mangan eru umstøðurnar syndarligar. Sostatt kemur hetta væl við hjá teimum. Fryntliga rumenska fyristøðuparið heilsar okkum farvæl við heilsanini "Gud signi tykkum".