Umsorganarsvikin vegna rúsdrekkanýtslu teirra vaksnu

…kenna vit veruliga talið á neyðstøddum føroyskum børnum?

Kanning í Svøríki fyri einum ári síðani avdúkaði, at 400.000 svensk børn líða av umsorganarsvíki vegna rúsdrekkanýtslu foreldra. Umrokna til føroysk viðurskifti svarar hetta til, at fleiri enn 2000 føroysk børn á ein ella annan hátt eru rakt av rúsdrekkanýtslu í heimum teirra, tað verði seg kensluliga, likamliga ella á annan hátt.

Hóma vit bert brotpart av ísfjallinum.

Leiðarin aftan hjálpartiltakið ” í menniskjum góður tokki ” sigur frá, at millum tey, ið hjálp teirra fevnir, eru 759 børn. Aðrir felagsskapir og einstaklingar, sum kenna umstøðurnar og royna at hjálpa, siga frá somu sorgarleikum í einum av heimsins ríkastu tjóðum. Eru svensku tølini samanberilig bendir alt á, at tiltøkini, ið hjartagóð fólk og felagsskapir í hesum døgum veita, bert røkka einum minni parti av ísfjallinum.

Eitt fátækramark má ásetast.

Hetta eigur at fáa okkum at seta spurnartekin við, um hugtøkini sosial raðfesting og vælferðarsamfelag eru vorðin okkum fremmandaorð og hugtøk, sum vit siga uttan at hugsa nærri um týdning teirra. Tiltøkini seinastu árini móti teim á niðastu og mest sárbaru samfelagsrókunum kundu tíverri bent á at so er. Sum skjótast eiga vit tí at fáa ásett eitt fátækramark, ið politiskt og samfelagsligt annars má virðast og virkast út frá.

Beinanvegin í nýggja árinum fer Miðflokkurin at fáa málið um fátækramark viðgjørt á Løgtingi við tí endamáli at fáa hetta ásett og lógarfest.


Vit mugu víðari.

Kunnu svensku tølini førast yvir á føroyska samfelagið, mugu grundleggjandi verjuátøk setast í verk. Her og nú mugu vit tí finna føroysku tølini og harnæst seta í verk tiltøk, ið kunnu veita hesum líðandi børnum tryggar og virðiligar umstøður at vaksa og mennast undir.

Miðflokkurin fer at seta málið á dagskrá á Løgtingi, og øll góð og bøtandi hugskot eru meira enn vælkomin.