Umskipað stjórn skal loysa oyggjatrætuna

Japanski forsætisráðharrin, Yoshihiko Noda, hevur umskipað stjórnina, og sambært politiskum eygleiðarum er stjórnin umskipað við tí fyri eyga at loysa ósemjuna við Kina um nakrar oyggjar, sum Japan, Kina og Taiwan kanna sær.

Franska tíðindastovan AFP heftir seg við, at Makiko Tanaka er ein av teimum nýggju ráðharrunum. Hon er kend sum ein Kina-vinarligur politikari og er dóttir fyrrverandi forsætisráðharran Kakuei Tanaka, sum var forsætisráðharri, tá viðurskiftini millum Japan og Kina blivu normaliserað í 1972.

Tann 11. september keypti Japan tær óbygdu oyggjarnar, og tað fekk øði í nógvar kinesarar. Nú vónar Yoshihiko Noda (myndin), at tann umskipaða stjórnin skal fáa semju við Beijing um oyggjarnar.