Tá lunnar vórðu lagdir undir væferðarsamfelagið fyri 100 árum síðani, samstundis sum ídnaðarliga menningin breyt seg ígjøgnum, var ongantíð ætlanin, at "øll skuldu hjálpa øllum", so at "hjálpin" fór til umsiting og ikki til gomul, veik, sjúk og tey sum trongdu hana.
Dagliga hoyrist, at pláss ikki er fyri teimum eldru, at framtíðarvánirnar ikki eru serliga bjartar, tí talið økist skjótari enn pláss gerast fyri.- Sama hendir í grannalondunum.
Við ellini fylgja ymiskar sjúkur, eitt nú alzheimers, parkinson, sclerose og ymiskir tættir innan demens. Verður ikki meiri grundleggjandi tikið hond um hesi, koma trupulleikarnir at økjast og gerast uppaftur álvarsligari. Hetta skapir eitt óverdugt lív bæði fyri tey veiku og teirra avvarðandi.
Einki nýtt er í hesi staðfesting, men fleiri og fleiri gerast eldri. Øll vita, at við ellini fylgir eitt og annað, tí hon "kemur ikki einsamøll", sum ofta verður tikið til.
Vælferðarsamfelagið ikki ein rættur men forrættur
Av og á fáa vit at vita, at vælferðarsamfelagið er ein fólksins rættur. Eg eri ræddur fyri, at hesin rættur kann gerast nakað tunnur, um vit ikki leggja um í samfelagið okkara.
Vælferðarsamfelagið er og verður meiri ein forrættur enn sjálvsagdur rættur.
Legg til merkis, at fátækradømið, so løgið tað ljóðar, økist lutfalsliga í Norðurlondum,
- So mong falla niður ímillum.
Fyri umleið 100 árum síðani varð lagt til brots fyri at geva teimum veiku og eldru ein enn betri gerandisdag. Hetta hendi samstundis, sum ídnaðarmenningin breyt seg ígjøgnum. Her var sanniliga ikki talan um norðurlendskan uppruna, men heldur ein táttur Norðurlond tóku til sín, broyttu og tillagaðu umstøðurnar.
Tað var ongantíð ætlanin, at grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum skuldi vera, at "øll skuldu hjálpa øllum", sum síðani hevði við sær, at umsitingin av vælferðarsam-felagnum gjørdist so kostnaðarmikil og ineffektiv, at tey, sum veruliga høvdu brúk fyri hjálpini, ikki fingu hana, meðan peningurin fer upp í umsiting.
Hjálpin til tey ið eiga hana
Tað verður sagt, at "fyrr vóru fáa, sum sótu uppi í vogninum, meðan mong koyrdu á. Síðani gjørdust tey færri, sum koyra á, meðan tey flestu eru farin upp í vognin"
Støðan í demografiini er, at triðingur av fólki okkara eru pensjónistar, annar triðingur eru skúlanæmingar og lesandi annars, meðan seinasti triðingurin er úti í arbeiðslívinum.
Tí verður tvingandi neyðugt at hyggja nærri eftir umsitingarliga partinum, so at umsitingin gerst helmingin enfaldari, so tey sum ikki nýtast hjálp, sleppa undan umsiting.
Taka landsstýrisfólk okkara við samstarvandi embætis- og starvsfólkum seg ikki um reiggj og venda upp og niður uppá "hjálpina" - tí tað er haðani frá viljin skal verða til broyting - verður ikki livandi fyri tey ið trongja til hana. ? Her krevst annað enn at bert verður koyrt eftir "skinnara" uttan hugsjónir. ? Spurningur er tí, hvussu landsstýrifólkini hugsa.
Sum politikarar - og serliga vit sum ídag sita við stjórnarvaldinum í Føroy-um ? hava vit ábyrgd fyri at taka hetta mál upp nógv meiri grundleggjandi og tað má henda beinanvegin.
Ikki fleiri byrðar á kommunurnar og vinnulívið
Fleiri ferðir havi eg eisini nevnt bæði á floksfundi, á samgongufundi og frá tingsins røðarapalli, at samstundis sum vit geva skattalætta, leggja vit fleiri dýrkandi lið frá landi til kommunur og vinnulívið, heldur enn at taka trupulleikan við rótini.
Ikki verður lætt at broyta hesa ? eftir hondini ? siðvenju, men her slepst ikki undan.
Andstøðuflokkarnir eru nú heldur ikki serliga vælleikandi. Í fyrsta lagið leggja teir upp til fleiri kostnaðarmikil og dýrkandi mál, samstundis ákæra teir okkum fyri, at samfelagið er ov dýrt at reka.
Her er tíverri heldur eingin fynd í.
Tað verður tí í stuttum neyðugt at einfaldgera umsiting okkara, so peningurin verður nýttur til veik, sjúk og onnur sum trongja til hjálp, heldur enn eina óendaliga fløkta umsiting, sum tey sum dagliga virka har, sjálvi hava trupult við at skilja. ? Neyðugt er at venda vælferðarsamfelagnum á.
Verður hetta ikki tikið upp nú, og flokkarnir í samgongu ikki kunnu semjast um tað, fáa gomul, veik, sjúk og teirra avvarðandi og við hesum alt samfelagið uppaftur størri trupulleikar at berjast við, sum kanska gerast óyvirvinniligir í næstu komandi árum.