Umsetiligheitin skal tálmast

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, arbeiðir við at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap. Meðan arbeitt verður, fer hann at tálma umsetiligheitini av fiskiloyvum og -døgum

Umsetiligheitin av fiskidøgum og -loyvum skal tálmast. Tað hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sett sær fyri. Hann ásannar, at tað er ov lætt at flyta veiðiorku millum skip og skipabólkar. Øll lógin um vinnuligan fiskiskap skal endurskoðast.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, er farin undir stóarbeiði. Hann hevur sett sær fyri at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiskiskap. Tað skal gerast frá grundini, og tað er stórarbeiði. Arbeiðið er í gongd, sigur landsstýrismaðurin.
Landsstýrsmaðurin sigur, at hann hevur sett eina arbeiðsætlan í trimum punktum í verk. Hann hevur sett sær fyri at:
?gera eina grundiga gjøgnumgongd av lógini um vinnuligan fiskiskap
?kanna veiðitrýst og -orku. Tað arbeiðið skal vera liðugt 1. apríl í ár
?tálma umsetiligheitini av fiskiloyvum og -døgum

Ov lætt
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ásannar, at tað er ov lætt at flyta veiðiorku millum skip og ikki minst í millum skipabólkar. Tað var ikki meiningin við lógini um vinnuligan fiskiskap, at orka skuldi ferðast millum ymsu bókarnar. Men tað eru so gjørdar ymsar borytingar við tíðini, sum kanska ikki allar hava verið líka væl umhugsaðar. Og fylgt hevur heldur ikki verið upp, soleiðis at lógin alla tíðina hevur verið endurskoðað, sigur landsstýrismaðurin.
Men tað verður nú gjørt. Tað situr ein arbeiðsbólkur og ger hetta í løtuni, sigur hann.
Landsstýrismanninum dámar ikki háttin, lógin um vinnuliga fiskiskap hevur útviklað seg uppá, sum hann tekur til.
?Andin í lógini er ikki fylgdur, og øllum er greitt, at lógin hevur forskotið seg. Tað er eyðsýnt, at bæði loyvi og dagar eru drenað úr ávísum bólkum og flutt í aðrar, sigur hann.
Tað er hetta, sum arbeiðsbólkurin, hann hevur sett, skal kanna og skal so koma við uppskoti um, hvussu hetta kann rættast upp aftur til tað, ætlanin var. Ella í hvussu er so nær tí sum gjørligt.

Steðgast á
Nú má steðgast á og fingurin stingast í jørðina. Vit mugu finna útav, hvar vit eru, og hvat vit ætla við lógini um vinnuliga fiskiskap, sigur Bjørn Kalsø.
Tað verður eitt stórarbeiði, sum vit kanksa ikki kenna, ið stendur fyri, nú hann hevur sett sær fyri at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap.
Tað eru stór og trupul mál, hann hevur sett sær. Hetta at fara at pilka við umsetiligheitinia millum skip og skipabólkar. Hann ásannar, at tað verður trupult, men er kortini við góðum treysti farin undir tað.
Hann fer tí sum eitt tað fyrsta at kunngera eina tálman í flytingini av døgum og loyvum, meðan arbeitt verður við lógini.
Nú skal hendan kanningin fyrst gerast liðug. So kunnu vit brúka hana, tá vit fara at býta dagar til bæsta fiskiár. Eg vænti ein vøkstur í veiðitrýstinum, og tað kann so enda við einum niðurskurði í døgum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Hann vil ikki koma nærri inn á tann nágreiniliga arbeiðssetningin, hjá teimum, sum arbeiða við endurskoðanini av lógini um vinnuliga fiskiskap.
Eitt nú vil hann ikki siga nakað um, hvussu veiðiorka í framtíðini verður roknað út. Um tað verður eftir, hvussu nógvar húkar ein línubátur dregur, maskinorku hjá trolarum, kubikk- ella kvadratrøtur ella nakað sovorðið.
?Hatta er alt tikið við í tí arbeiði, vit gera, er einasta viðmerking Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur til teir spurningarnar.