Umrøddu limaskap í Norðurlandaráðnum

Á almennu vitjanini hjá Göran Persson í Føroyum nýtti løgamður høvi at greiða honum frá, hví Føroya ynska fullan limaskap í Norðurlandaráðnum

Talan var um ein almenna vitjan, tá Göran Persson vitjaði í Føroyum um vikuskiftið.
Løgmaður hevði latið honum eina formella innbjóðing  kanska tí at hann hevði frætt umm, at Göran Persson hevði hug at vitja hendan vegin.

Hetta var ikki ein arbeiðsvitjan, og tí var einki ávíst mál á skránni. Hetta var í veruleikanum ein kurteisisvitjan, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum kortini hevði nógv mál, hann fegin vildi greiða honum frá.

- Einasti veruliga arbeiðsfundurin var hildin í Norðurlandahúsinum undir sokallaða arbeiðsdøgurðanum. Har komu vit kortini ikki rættuliga á mál, men har vóru sjálvsagt onnur høvi, har vit fingu tosað saman  og vit fingu heilt fitt burtur úr, sigur løgmaður.

Gøran Persson er ikki ein og hvør. Hevur verið forsætismálaráðharri í Svøríki í 10 ár. Hevur verið ein markantur norðurlendskur politikari, men harumframt er hann eisini ein markantur politikari í Evropa, heldur løgmaður.

Hann vísir á, at Svøríki er kent fyri at hava nógvar sterkar meiningar um nógv viðurskifti úti í heimi. Um altjóða politikk, um maktjavnvág, um yvirgang og hungur úti í heimi.
- Göran Persson er í allar mátar ein áhugaverdur politikari. Hann er ein av teimum stóru politikarunum, og tí helt eg tað verða áhugavert at taka ávís mál fram, og tað sum lá nærmast við vóru norðurlandamál.
Jóannes Eidesgaard vísir á ríkisfundin í síðstu viku, har Anders Fogh Rasmussen kom við uppskotinum um fyribilsloysnina ella millumloysnina viðvíkjandi umboðanini í Norðurlandaráðnum.
 Eg skilti á ríkisfundinum við Anders Fogh Rasmussen, at hann hevði tosað við hinar forsætismálaráðharrarnar um málið í junimánaði í Danmark. Tá fekk eg ta fatan, at Göran Persson vísti eina ávísa reservatión hesum viðvíkjandi. Og tí var tað umráðandi fyri meg at greiða eitt sidur frá føroysku støðuni til norðurlandaráðið.
Løgmaður vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at vit skulu hava fullan limaskap - og tað var eitt einmælt løgting, leggur hann dent á, og minnir á, at ynskið hevur verið frammi áður. Í sjeytiárunum var ein nevnd sett, nevnd Petrinevndin, sum var nevnd eftir svenska løgmálaráðharranum, sum viðgjørdi hesi viðurskiftini, uttan tó at koma á mál.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður vísir á, at Svøríki er tann stóri fíggjarin av Norðurlandaráðnum. Teir gjalda ein triðing av fíggjarlogini, og tí eru teirra meiningar rættuliga avgerandi fyri, hvat fer at henda.
 Eg brúkti eitt sindur av tíð upp á at forklára, hví løgtingið hevði ta støðuna til fullan limaskap, og hvussu stóran týdning vit mettu, at norðurlandamál høvdu. Eisini at vit mettu, at vit meta okkum hava fullan rætt til sjálvstøðugan limaskap, tí vit eru eitt serstøkt norðurlendskt øki við egnari mentan, máli, søgu og okkara egna vinnulívi við teimum trupulleikum, sum har eru. Tá tað nú ikki ber til undir galdandi umstøðum at fáa fullan limaskap, so bað eg hann vísa forstáilsi fyri teirri millumloysnini, sum Anders Fogh Rasmussen hevur skotið upp, við at Føroyar fáa sína egnu sendinevnd til Norðurlandaráðið, sigur løgmaður.

Göran Persson tók ikki støðu til limaskapin á fundinum við løgmann. Hann segði, at hann ikki hevði havt stundir til at viðgjørt málið síðani fundin, har Anders Fogh Rasmussen hevði lagt uppskotið fyri norðurlendsku starvsbrøðurnar, men hann lovaði, at hann skuldi fara at seta seg inn í málið og so taka tað uppaftur við løgmann.
Jóannes Eidesgaard heldur, at slíkt lobbyarbeiði hevur sera stóran týdning, serliga tí at Svøríki er so stórur partur av norðurlendska samstarvinum.