Umrøða um onnur fakfeløg skulu seta tiltøk verk

Fakfeløgini viðgera støðuna við verkfallinum í dag

Seinnapartin í dag bjóðar Fakfelagssamstarvið til kunnandi fund í Smæruni. Orsøkin er, at fakfeløgini millum annað fara at umrøða støðuna og umrøða spurningin um, hvørt onnur fakfeløg skulu seta tiltøk í verk, nú Pedagogfelagið er í verkfalli fimtu vikuna. Hetta kann bæði vera samhugaverkfall og mótmælisgongur, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, við Kringvarpið í morgun. 

 

 

Enn eru eingi útlit fyri semju í verkfallstrætuni millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Terji Sigurðsson, semingsmaður og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum hava sagt, at tað framvegis einki samband er millum partarnar, og tí má skiljast, at tað er langt millum partarnar, nú samfelagið hevur verið lagt lamið í knappar fimm vikur. 

 

 

Í gjár og í morgun hava tingmenn fyri Javnaðarflokkin alment greitt frá, at teir halda arbeiðsgevararnir eiga at virða Pedagogfelagið og kýta seg fyri at finna semju. Djóni N. Joensen segði við Rás2 í gjár, at hann heldur tað hava alstóran týdning, at man gevur pedagogunum tað tign, sum fakið hevur uppiborið. Trýst her fyri at hoyra tað samrøðuna. 

 

 

Heðin Mortensen, sum eisini er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í morgun eftirlýst Kristinu Háfoss og Anniku Olsen. – Nú vit eru farin inn í fimtu vikuna við arbeiðssteðgi hjá námsfrøðingum og hjálparfólki, røkist enn einki fyri, at nøkur loysn er í ljósmála, tí politikararnir, ið skuldu skorið ígjøgnum, krógva seg heldur aftan fyri embætisfólkini, sigur Heðin Mortensen og spyr, hvar politikararnir eru. Trýst her fyri at lesa tað greinina