Ummælari: Tróndur og Brandur Patursson eru viðkomandi samtíðarlistamenn

Undir heitinum Feðgar beint her!, ummælir Kinna Poulsen framsýning hjá Tróndi og Brandi Patursson.

Fríggjadagin 16.februar læt upp listaframsýning við feðgunum, Tróndi og Brandi Patursson í Listaskálanum. Har var so kjokkfult av fólki, at mong stóðu úti við dyrnar sum sild í tunnu meðan røður vórðu hildnar - ja, tað er líka við, at mann eina løtu ynskti seg aftur til eina tíð, tá listin ikki var so heilt ómetaliga populer sum hon er blivin og tað var rúmligt fyri ikki at siga tómligt til ferniseringar. Men nei! Sjálvandi er tað fantastiska gleðiligt, at fólk møta upp til listaframsýningar - ikki minst, tá ein listalegenda sýnir fram og enntá setir næsta ættarlið við.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen sítt ummæli av framsýningini, sum hon hevur skrivað á listaportal.com. Hon kallar ummælið Feðgar beint her!

 

Og Kinna skrivar millum annað:

 

...Og mong munu eisini hava hoyrt frásøgnina hjá Tróndi Patursson um sjóferðir saman við Tim Severin sála og veldugu kensluna hjá listamanninum av kosmos liggjandi í einum skroypiligum húðarbáti við himmalhválvinum í erva og heimshavinum í neðra. Kanska hevur náttúran fyllt so nógv í allari mytologiini kring føroyska list, so at vit onkuntíð gloyma at hyggja at sjálvum listaverkunum og møguliga er verkið hjá Tróndi Patursson meira í slekt við gotiskar dómkirkjur enn landslagið. Málningarnir líkjast í hvussu er ikki øðrum enn sær sjálvum og hugtaka sum tað, teir eru, máling á flatum við denti á bæði relieffkendu flatuna, dýpdina í litinum og ekspanderandi millumrúmið harímillum.

 

...Sjálvt um fleiri eldri verk eru við á framsýningini, sum tískil er partvíst retrospektiv, er kenslan samtíðarlig. Hetta er altso ikki ein nostalgisk Feðgar á ferð-kend dyrkan av tí gamla ella av muninum millum gamalt og nýtt; tað er meira Feðgar beint her! Tróndur og Brandur Patursson umboða hvør sítt ættarlið, men eru báðir viðkomandi samtíðarlistamenn. Í norðara enda av Listaskálanum er rúmið myrkalagt, so at glas- og ljósverk hjá Brandi lýsa í myrkrinum. Eg haldi meg hava sæð meginpartin áður, men uppsetingin er onkursvegna nýggj og riggar væl, serliga verkið, sum lýsir rund glasskap upp á veggin.

 

Alt ummælið hjá Kinnu Poulsen kann lesast her: Listaportal