Umhvørvisstovan hevur í dag góðkent ætlanina hjá SEV um at seta vindmyllur upp í Húsahaga í Suðurstreymoy.
SEV fer eftir ætlan at seta 13 vindmyllur upp næsta summar.
Fyri at sleppast skal undan óvæntaðum avleiðingum av verkætlanini, hevur Umhvørisstovan veitt SEV eina umhvørvisárinsmeting. Metingin tryggjar, at ávirkanin á náttúru, umhvørvi og onnur viðurskifti er væl lýst, longu áðrenn farið verður undir at seta upp myllurnar.
Harumframt hevur SEV eisini fingið eina umhvørvisgóðkenning; hendan tryggjar, at ampi av óljóði og skuggakasti eru minst møguligir, og at umhvørvið ikki verður dálkað.