Fortreytirnar fyri verandi bygnaði vóru kannaðar í áttatiárunum, og úrslitið av tí arbeiðinum eru tær báðar brennistøðirnar sum seinastu 20 árini hava brent alt rusk í Føroyum. Tað kann hugsast at fortreytirnar eru broyttar og at nýggjar fortreytir skulu leggjast til grund, tá munandi útbygging skal gerast um eini 10 ár.
Bæði IRF og KOB framleiða ídag umleið 3-4 MW av fjarhita, og hava nakað av eyka fjarhita sum ikki verður gagnnýttir; men hvørgin brennistøðin framleiðir elorku. Tað er ikki serliga lønsamt at framleiða elorku við smáum brennistøðum, lønandi framleiðsla fæst tá støddin á brennistøðini kemur upp í umleið 3 ferðir tað sum verandi brennistøðir megna at framleiða, t.v.s. umleið 8 tons/tíma.
Vit kunnu sjálvsagt halda fram sum nú, og bert gagnnýta ein lítlan part av orkuni, og lata restina fara ‘upp í royk’. Ein annar møguleiki kundi verið at kanna hvørjar leiðir eru gongdar - um vit hugsa okkum at til ber at fáa meir burturúr ruskinum. Fyrsta fortreytin – harra borgarstjóri - er at vit øll eru opin fyri at hugsa øðrvísi og síggja avbjóðingarnar sum møguleikar. Samferðslukervið er munandi útbygt seinnu árini, og verður framhaldandi útbygt. Tað kann hugsast at hetta er við til at broyta fortreytirnar fyri skilagóðari handfaring av ruski í Føroyum.
Samstarvið millum limakommunurnar í IRF er gott dømi um at til ber at náa langt við góðum samstarvi. Tá júst samtykta íløgan í brennistøðina á Hagaleiti er gjøgnumførd um eitt ár, verður mett at brenniorkan er nøktandi komandi 10-12 árini, tá er vakstrar framskrivingin sett til 3% árliga.
Tað ber ikki til at vaksa verandi ovnar hjá IRF og KOB meira uttan at gera heilt nýggjar brennistøðir, sostatt skal ein munandi útbygging gerast um eini 10 ár – t.v.s. 2018. Tá henda er gjørd, kann ikki væntast at aktuelt er at umrøða møguligar bygnaðarbroytingar aftur fyrr enn í fyrsta lagi um eini 40 ár. Tí er rætt at gera nakrar meira grundleggjandi ætlanir nú, soleiðis at røtt avgerð verður tikin um eini 5 ár, tá støða skal takast til nýggjar íløgur bæði hjá Tórshavnar kommunu og IRF.
Fyrsta fortreyt, fyri einum møguliga breiðari samstarvi enn tað núverandi, er at Tórshavnar Kommuna kemur við í samstarvið við hinar kommunurnar í Føroyum. Tá ber til at gera eina eind, har fyrimunirnir eru:
Burðardyggari gagnnýtsla úr ruskinum, t.v.s. bíligari og betur fyri umhvørvið og allar borgarar í Føroyum.
Ein eykavinningur við eini slíkari verkætlan er, at munandi mongdir av ravmagni kunnu framleiðast burtur úr ruskinum, og harvið verður hetta eitt íkast til samfelagsbúskapin og umhvørvisvernd. Sambært grein hjá HYPERLINK "http://www.jardfeingi.fo/" www.jardfeingi.fo eru fyrimunirnir við eini stórari brennistøð har elorka og fjarhiti verða gagnnýtt at: - oljunýtslan í Føroyum minkar eini 9.000 tons, CO2 útlátið minkar eini 25.000 tons árliga. El-framleiðslan kann vera á hædd við eini 10 vindmyllur á stødd við tær á Mýrunum.
Tey sum keypa fjarhitan og streymin skulu sjálvsagt gjalda marknaðarprís fyri orkuna. Tað er vanligt aðrastaðni, at búsetingar og virki í einum øki, sum fær fjarhita hava skyldu at keypa fjarhita sambært byggisamtyktini í økinum. Í Danmark er vanligt at brennistøðir hava umleið 30-40% av inntøkunum frá sølu av fjarhita og ravmagni. Sostatt verða tað allir borgarar í Føroyum, sum fyrst og fremst fáa ágóðan av tí at inntøkan kemur interkommunala felagsskapinum tilgóðar, og harvið ein bíligari skipan samanlagt.
Staðseting
Staðsetingin av eini framtíðar brennistøð eigur einans at vera avgjørd av, hvar samanlagdi fíggjarligi fyrimunurin er størstur. Fyri at svara hesum spurninginum er neyðugt at gera eina umfatandi kanning av fleiri viðurskiftum, m.a. hvar best slepst av við fjarhitan og streymin og hvar bíligasta innsavningarskipan fæst. Harumframt er neyðugt at hyggja eftir teimum íløgum, sum longu eru gjørdar á Hagaleiti og Sandvíkahjalla, og øðrum viðurskiftum, sum møguliga ikki eru komin fram. Samanumtikið kann sigast at rættast er at ein óvilduga kanning av samanløgdu fyrimununum og vansunum eiga at avgera staðsetingin. Ídag kann staðfestast, at útlitini frá brennistøðunum eru ikki nakar vandi fyri nærumhvørvið.
Við IRF á odda megnar føroyska samfelagið á ein burðardyggan hátt at handfara ta alsamt vaksandi nøgdina av burturkasti. IRF tryggjar eisini, at einki øki í landinum verður forsømt, tá ið talan er um innsavning og flutning av burturkasti í Føroyum. Eitthvørt modernað samfelag er treytað av eini effektivari burturbeiningarskipan. Samstundis áliggur tað okkum at skipa so fyri, at so nógv av burturkastinum sum gjørligt kann endurnýtast.