Umhvørvisætlan hjá IRF fánar burtur

Ætlanin hjá IRF at gera eitt felags umhvørvispláss í Suðuroy fjarðar longur og longur burtur. Umhvørvisætlan hjá IRF fánar burtur

Ætlanin hjá IRF at gera eitt felags umhvørvispláss í Suðuroy fjarðar longur og longur burtur.

Tað var Tvøroyrar Býráð, sum fyrr í ár reisti málið um at gera eitt felags umhvørvispláss fyri alla Suðuroy.

Men nú hevur aftur ein stór kommuna í Suðuroy samtykt venda hesum bakið.

Tað hendi á bygdaráðsfundi í Hvalba nú í vikuna, tá ið bygdaráðið samtykti, at tey taka ikki undir við ætlanini.

Hvalba er triðstørsta kommunan í Suðuroy.

Annars fekk ætlanin um eitt felags umhvørvispláss í Suðuroy eitt alvorligt skot fyri bógvin, tá ið Vágs Býráð nakað síðani samtykti at venda ætlanini bakið. Tá ásannaði IRF, at hetta broytti fortreytirnar fyri tiltakinum munandi, nú næststørsta kommunan í oynni ikki vildi spæla við.

Nú hevur so Hvalbiar Kommuna eisini víst ætlanini frá sær. Og tað hevur Sumbiar Kommuna somuleiðis gjørt gjørt.

Hinvegin hevur bygdaráðið í Porkeri tikið undir við málinum og at arbeiða víðari við tí.

Ætlanin hevur verið at gera eitt felags umhvørvispláss í Trøllavík, norðanfyri Hov, har IRF hevur støð í løtuni og har skuldi talan verða um eitt pláss, sum kundi hava opið heilar dagar fyri at gera tað høgligari hjá fólki at sleppa av við burturkast.

Samstunds skulu bingjuplássini í teimum ymsu bygdunum niðurleggjast

Men kommunurnar, sum hava vent ætlanini bakið, stúra fyri, at tað verður ov langt hjá fólki at fara við burturkasti og avleiðingin verður, at tað verður blakað í náttúruna.