Umhvørvisábyrgd, Natúr- og umhvørvisdygga orkuútbyging

Tað er tíð uppá, at løgtingið átekur sær sjálvsøgdu ábyrgdina av orkupoltitikkinum í okkara landi. Tað er skeivt og vanadamikið at lata eina monopolfyritøku sum SEV stýra orkupolitikkinum.
Í eina tíð hevur føroyskur orkupolitkkur aftur verið á dagsskrá. Ella kanska heldur tann vantandi orkupolitikkurin. Tí veruleikin er jú, at løgtingið ikki hevur vilja tikið á seg ábyrgdina av at orða, eftir hvørjum treytum orkuútbyggingin í Føroyum skal verða.
Og sum ikki einaferð, er tað SEV, sum er í brennideplinum. Hesin felagsskapur, ið mest er at líkna við ein orkupolitiskan dinosaur.
Við býrokratiskari arrogansu roynir SEV leiðslan at læsa orkuútbyggingarnar í Føroyum á eini natúr- og umhvørvisoyðileggjandi kós. Hvørt lítið fet á annan bógv, krevur ómetaligt stríð við henda felagsskap. Higartil hevur tað bert eydnast í tveimum førum - alduorkuverkið við Søltuvík og tær tríggjar vindmyllurnar við Mýrarnar í Vestmanna - at bróta einoygdu SEV leiðina.
Vanlukkan á Eiði
Mest ræðandi dømi um skilaleysa orkuútbygging hava vit sæð í samband við sonevndu Eiðis verkætlanina. Har er stórur partur av natúruni í Eysturoynni skamfílaður í enum milliardaprojekti, sum tó ikki hongur búskaparliga ella orkutøkniliga saman. Og nú ætlar so leiðslan í SEV at fara víðari - at leggja uppaftur fleiri áir turrar - at forða enn størri parti av feska vatninum at renna út í firðirnar.
Her er talan um útbygging, sum kann hava við sær óbótaligan skaða á bæði natúr og umhvørvi. Tí eiga allar hugsandi kanningar, um árin á natúr og umhvørvi, at verða gjørdar, áðrenn farast kann víðari.
Runnu undan ábyrgd
Bæði SEV-leiðslan og landsstýrismaðurin í umhvørvismálum føra fram at ábyrgdarbýtið í slíkum málum er ógreitt. SEV sigur seg ikki hava nakrað ábyrgd av umhvørvinum og boðar frá, at SEV ætlar at gera sum minst av árinskanningum. Og landsstýrismaðurin skjýtir seg undir, at nýtt lógarverk enn ikki er liðugt.
Men tað skerst ikki burtur, at fráfarandi samgonga hevur runnið undan ábyrgdini - eisini á umhvørvisøkinum. Til dømis bað samgongan um, at danskir myndugleikar tóku fyrivarni viðvíkjandi Føroyum, tá Danmark staðfesti Kyoto sáttmálan. Um Føroyar høvdu bundið seg til ymsu altjóða sáttmaálarnar á umhvørvisøkinum, hevði ongin ivi verið um, at ein tílíkar útbyggingar ikki kundu verið framdar, uttan so at djúptøknar árinskanningar fyrst vórðu gjørdar.
Ein landsuppgáva
Ein stór uppgáva hjá komandi løgtingsmanning verður at seta í verk ein veruligan umhvørvispolitikk fyri Føroyar. Ein politikk, har mál verða sett upp um, hvussu vit skulu útbyggja okkara land á einum burðardyggum grundarlagi. Tað merkir, at tað í øllum málum skal gerast upp, hvørjar avleiðingarnar fyri natúr og umhvørvi verða. Og at krøv um fyrilit fyri umhvørvinum verða sett øllum útbyggingum.
Men ikki minst merkir tað, at landið tekur málið í tí álvara, sum krevst og skapar karmar, soleiðis at eisini verður rúm fyri alternativum til traditionellar loysnir.
Til hetta er gjørt, eigur SEV útbyggingin í Eysturoynni at bíða.