Umhugsa annan felagsskap fyri IWC

Grønland umhugsar framvegis at taka seg burtur úr Altjóða Hvalaveiðinevndini IWC og at taka stig til at stovna ein annan felagsskap til at røkja áhugamál hjá hvalaveiðilondum

Í síni nýggjársrøðu fyri einum hálvum ári síðani nevndi Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, at Grønland kanska fór at taka seg burtur úr IWC. Ane Hansen, landsstýriskvinna, sum umsitur hesi viðurskifti, sigur við KNR, at hon tosar javnan við sínar starvsbrøður í NAMMCO-felagsskapinum um hugskotið at stovna ein annan felagsskap, sum skal taka sær av áhugamálum hjá teimum londum, sum veruliga hava við hvalaveiði at gera.
Á IWC-fundinum í Panama herfyri skjeyt Danmark upp at loyva grønlendingum at økja stórhvalakvotuna úr 211 í 221, men uppskotið vann ikki frama. Og tað kann fáa avleiðingar.
-Tað, sum hendir í IWC, fær okkum ikki at sleppa tankanum um at fara burtur úr felagsskapinum, sigur Ane Hansen við grønlendska kringvarpið.
Tí fer hon at taka stig til, at fiskimálaráðharrarnir í NAMMCO-londunum hittast í september at tosa um leiklutin hjá IWC í sambandi við stórhval, og tá kemur tankin um ein annan hvalaveiðifelagsskap uttan iva á borðið. ?