Umfatandi hvalateljing í summar

Sjeynda hvørt ár verður skipað fyri hvalateljing í Norðuratlantshavi, men í summar verður teljingin meira umfatandi enn áður
Ætlanin er nevniliga, at telingin hesaferð skal fevna um alt havið kring Føroyar, Ísland, Grønland, Kanada, Noreg og Rusland.
Síðan 1982 hava Føroyar, Ísland og Grønland talt hval sjeynda hvørt ár, men hesaferð verða Kanada og Rusland eisini við í teljingini.
- Endamálið við teljingini er eitt nú at meta um stovnin og síggja, hvønn veg tað ber við honum, sigur Kate Sanderson, leiðari í NAMMCO, við NTB. (-vilmund)