Umfatandi herverk í svimjihøllini í Havn

Tey, sum ætlaðu sær í hylin í morgun, komu á stongdar dyr

Tey, sum ætlaðu sær eitt sindur av morgunsvimjing í Havn í morgun, komu á stongdar dyr í svimjihøllini.

 

Orsøkin er, at har hevur verið innbrot í nátt, og í sama viðfangi er umfatandi herverk framt í høllini.

 

Løgreglan veit lítið um málið enn, tí tað er so nýliga fráboðað, men tey eru farin á staðið at kanna støðuna.

 

Men løgreglan sigur, at talan er um innbrot, og eftir øllum at døma hevur ætlanin verið at stjala. Tað er eisini trúligt, at innbrotstjóvarnir, ella tjóvurin, er farin avstað við nakað av pengum.

 

Men í sama viðfangi er beinleiðis herverk framt í høllini, eitt nú er stóri rúturin í forhøllini brotin, so tað liggur glas allastaðni.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir úr svimjihøllini í morgun