Annfinn Gaard, føroyskur leikaraumboðsmaður, fer ikki væl við Lars Olsen og FSF. Hann finst hvassliga at úttøkuni av Hans Jørgeni Djurhuus og at ambitiónunum hjá Fótbóltssambandi Føroya.
- Hvussu vánaligir eru teir føroysku leikararnir á miðvøllinum, tá ið in landsliðsvenjari velur at úttaka Hans Jørgen? Einki ringt um hann, men hvar eru ambitiónirnar, hann spælir 1-2 ár afturat, og er ikki framtíðin hjá føroyska landsliðnum. Enn eitt ófatiligt val av einum venjara, sum nærmast ikki sær nakrar dystir í Føroyum og eiheldur tímur at hyggja at U21-landsliðnum. Flott, Lars Olsen, og flott FSF fyri tykkara ambitiónir við føroyskum fótbólti, skrivar Annfinn Gaard á Facebook.
Anfinn Gaard eigur fyritøkuna Danish Football Agency og er umboðsmaður hjá eini røð av leikarum í norðurlondum. Millum teirra eru B36-leikarin Adeshina Lawal, B68-leikarin Mads Rosenberg og AGF-leikarin Kim Aabech.










