16. desember var ítróttarhøllin á Hálsi karmur um seinasta dystin í grundspælinum í hondbólti hjá monnum. Her møttust tey bæði havnarliðini, Neistin og Kyndil, og tann dysturin endaði í einum øgiligum ruðuleika. Endin av tí heila var, at kappingarnevndin hjá hondbóltssambandinum gav Hans Áka Dal Christiansen leikbann í tríggjar dystir.
Henda revsingin hóvaði ikki Kyndli. Teir valdu at kæra málið víðari til dómsnevndina, men í sama viðfangi valdu leikararnir at taka seg av manslandsliðnum í hondbólti.
Ætlaðu ikki at ávirka landsliðið
Seinni valdi dómsnevndin hjá hondbóltssambandinum at ógilda dómin hjá kappingarnevndini orsaka av álvarsligum formligum feilum í málsviðgerðini. Sostatt var lok nú lagt á málið um Hans Áka Dal Christiansen.
Landsliðsvenjarin, Birgir Hansen, var tó ikki glaður fyri, at Kyndil hevði blandað landsliðið uppí málið, tí hetta hevði jú einki við landsliðið at gera. Hann segði, at um tað stóð til hann, so fingu allir leikararnir hjá Kyndli leikbann frá landsliðnum.
Nú vilja kyndilsleikararnir tó biðja um eina almenna umbering til landsliðið. Teir siga, at ætlanin var ongantíð at lata hetta mál ávirka landsliðið.
- Avgerðin var heldur brá. Vit áttu at bíða, til dómsnevdin hevði tikið sína avgerð í málinum, áðrenn vit gjørdu nakað slíkt, siga leikararnir hjá Kyndli.
Nú er spurningurin, um landsliðsvenjarin og hondbóltssambandið í felag fara at taka umberingina frá kyndilsleikarunum til eftirtektar, ella um tey enn ætla at revsa avgerðina hjá leikarunum.