Hetta teldubrævið er komið frá Hildur Enni, ið er annar av tveimum føroyskum næmingum, ið ganga á altjóða skúlanum Red Cross Nordic United World College í Flekke, einar 100 kilometrar norðan fyri Bergen. Eftir at hava lokið 1. studentaskúlaflokk í Føroyum fór Hildur til Noregs fyri at taka altjóða studentsprógv (International Baccalaureate). Tað var Føroysku UWC-upptøkunevndin, ið tók Hildur upp til útbúgvingina.
Eg vil fyrst takka tykkum í upptøkunevndini fyri, at eg eri sloppin inn á skúlan, Red Cross Nordic United Word College (RCNUWC), sum eg ynskti so innarliga at koma á. Eg havi upplivað so nógv í so stutta tíð, hvør dagur er eitt upplivilsi, opin við nógvum møguleikum, sum eg ikki kann fáa aðrastaðni. Eg havi lært so nógv bæði av lærarunum í tímunum og næmingunum í frítíðini.
Í skúlanum gongur alt sera skjótt fram, og eisini nógv skúlating. Til tíðir kann tað verða sera ringt, tí øll vanta so nógv av mær. Fakini eg havi eru: danskt, enskt A2, spanskt, lívfrøði, landalæru, og rokning methods. Eg royni at fáa føroyskt, sum sjálvlesandi. Um tað verður møguligt, so kann eg fara upp til provtøku í 2004. Vónandi verður tað møguligt.
Eg búgvi í kamari saman við fýra sera fittum gentum úr India, Svøríki, Kosta Rika og Kekkia. Vit læra hvøja aðra at kenna á ein heilt annan hátt enn hinir næmingarnir á skúlanum, tí vit liva so tætt saman. Ì frítíðini er nógv á skránni. Tað er ótrúligt, hvussu nógv eitt so lítið samfelag kann megna. Tað hendir okkurt alla tíðina. Ikki ber til at keða seg. Í svimjihylinum havi eg nakrar tímar, har eg læri næmingar at svimja. Tað er sera stuttligt at síggja framstig, og summi duga longu gott at svimja. Í lívfrøðistovuni eri eg hvønn sunnudag í ein tíma. Har geri eg reint, og eisini er møguleiki hjá næmingunum at koma og gera skúlating. Eg havi lykil til rúmið og kann koma, so ofta eg vil, tað er gott.
Eg havi ábyrgd av at savna pening inn fyri SOS barnabýir. Í næstu viku skulu vit hava eina café fyri at savna inn pening. Seta plakat upp, finna tilfar, baka og annað. Vit eru fýra gentur, sum skipa fyri, so tað skal nokk ganga. Eg havi verið við til at skipa fyri OD-degnum. Eg havi gingið runt og spurt um arbeiði. Ikki er so stórt her, so møguleikarnir fyri at finna arbeiði eru ikki stórir. Eg var so í Dale í síðstu viku og arbeiddi eftir skúlatíð í einum matvøruhandli. Nú kenni eg so eisini nøkur fólk í Dale.
Í frítíðini eru ymiskir aktivitetir at fara til. Eg eri til leirarbeiði, latino dans, myndatøku og viðhvørt til flogbólt. Eg vildi fegin verið við til at klatra í fjøllunum og at rógva í kajakk, tá ið tað byrjar, men eg veit ikki, hvat eg fái tíð til. Nú eru vit byrjað at hava ein tíma meir í skúlanum hvønn dag. Tað merkir meira av skúlatingum at gera. So vit hava meira at gera nú, enn í byrjaninni av skúlaárinum, og meira kemur burturúr fakliga.
Vit høvdu PBL viku nú eitt sindur síðani. Eg valdi ?mountaineering?. Tað er tann besti túrurin í mínum lívi. Eitt sindur dramatiskt, og var eg sera bangin til tíðir. Vit høvdu tað stuttligt kortini, og lærdi nógv av øllum vit gjørdu. Vit skrivaðu eina frágreiðing um túrin.
Eg eri í Bergen nú her hjá ommu míni saman við tveimum næmingum. Her kunnu vit slappa av og hava betur tíð til at gera ting, sum vit ikki hava fingið gjørt í longri tíð. Skriva brøv heim, skriva CAS dagbók og gera nøkur skulating, so tað ikki verður so nógv at gera, tá komið verður heim aftur til Flekke. Summir næmingar eru longu farnir heim í feriu, men eg haldi, at tað er í so stutt tíð síðan eg kom. Eg trívist sera væl og havi ikki havt heimlongsul enn.
Nú vita tit so eitt sindur meir um mítt lív her í Flekke, sum tit góvu mær møguleikan til.
Kærar heilsanir frá Hildur Enni
Red Cross Nordic United World College
N - 6968 Flekke, Noreg










