Um trý ár fáa suðuroyingar nýggjan Smyril

Fimm tilboð eru komin inn uppá at projektera nýtt skip til Suðuroyarsiglingina og byggingin byrjar næsta ár

 

Nú er rættilig gongd komin á arbeiðið at útvega ein nýggjan Smyril til suðuroyarsiglingina hjá Strandferðsluna.

Og bæði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, og leiðslan á Strandferðsluni, eru samd um, at seint í 2003 skal hann koma í sigling.

Strandferðslan hevur boðið arbeiðið at projektera skipið út og tey tilboðini komu inn mánadagin.

Fimm skipasmiðjur í Føroyum, Noregi og í Danmark vóru bidnar at geva tilboð uppá at projektera tann nýggja Smyril og tær lótu allar tilboð inn.

Tilboðini lógu úr 525.000 krónum upp í 800.000 krónur. Sostatt var 275.000 krónur á muni á tí dýrasta og tí bíligasta tilboðnum.

Men Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, vil ikki siga, hvørji tilboð, hvør av skipasmiðjunum eigur.

Skipasmiðjurnar, sum vóru bidnar at geva tilboð eru, Tórshavnar Skipasmiðja, Vik & Sandvik og Kværndokk & Eldoy í Noregi og tær báðar donsku skipasmiðjurnar, Knud E. Hansen og Dwinger Marine Consult.

Ætlanin er at arbeiða skjótt og í næstu viku fer Strandferðslan at viðgera tilboðini. Seinast hálvan oktober skuldi tað helst verðið gjørt av, hvør skal projektera skipið.

Projekteringin skal vera liðug fyri jól og komandi ár skal byggingin byrjað.

Magnus Magnussen sigur, at byggingin skal byrja næsta ár og seint í 2003 skal nýggi Smyril setast í sigling.


Peningur settur av

Seinasta fríggjadag høvdu Strandferðslan og vinnumálastýrið kunnandi fund fyri politikarum og fjølmiðlunum um nýggja Smyril.

Bjarni Djurholm, Landsstýrismaður í vinnumálum sigur, at nýggi Smyril er raðfestur fremst av teimum íløgum, sum skulu gerast.

Og hann leggur afturat, at ongin ivi er um, at tað í løgtinginum yvirhøvur er politiskur vilji at gera hesa íløguna nú.

Tí verður peningur settur av á fíggjarlógini fyri 2001 til at byggingin kann byrja av álvara koamandi ár.

?Hetta er ein íløga sum er alneyðugt fyri at suðuroyingar skulu hava javnbjóðis møguleikar við allar aðrar føroyingar til at búgva, liva og at virka.

?Hetta er eisini ein íløga, sum skal tryggja tørvin hjá vinnuni.

?Suðuroyarfjørður er ógvuliga ringur sjógvur og skalt tú byggja eitt skip, sum lýkur neyðug krøv til tryggleika og hentleikar, krevst eitt so stórt og gott skip, sum her er talan um.

Bjarni Djurholm sigur, at nýggja suðuroyarskipið fer at kosta einar 250 milliónir.

Talan verður um eitt skip sum verður einar 115 metrar langt og sum skal sigla 21 míl og umborð verður tað sera væl útgjørt fyri at gera umstøðurnar hjá ferðafólki, manning og farmi so góðar sum gjørligt.

Nýggi Smyril fer at taka um 800 fólk, men hann tekur tvær ferðir so nógvar bilar sum Smyril nú ger.

? Tá ið skipið siglur so skjótt, fer tað at bera til at sigla fýra ferðir ímillum Havnina og Suðuroynna um dagin, um tað verður neyðugt einaferð í framtíðini sigur Bjarni Djurholm.