Um løgnan "tíðindaflutning" í Degi og Viku

Seinnapartin tórsdagin t. 9. aug. var drúgt og hart orðaskifti í tinginum um uppskotið frá Javnaðar-, Sambands- og Miðflokkinum, um at beina tann skammiliga mismunin burtur, sum nú verður gjørdur á fastløntum og tímaløntum. Samgongumeirilutin ætlar nevnliga at løgtingið skal staðfesta, at meðan fastlønt ikki longur skulu trekkjast í løn frá 1. sjúkadegi, so skulu tímalønt framvegis ikki hava dagpening 2 teir fyrstu sjúkadagarnar (dagpeningurin er 80 % av miðallønini, tó í mesta lagi 80 % av arbeiðsmannaløn).

Sjónvarpið er á staðnum. Og "tíðindi" frá orðaskiftinum eru í Degi og Viku um kvøldið. Høvuðsboðskapurin í "tíðindinum" er ikki tann, sum var niðurstøðan og úrslitið av tingfundinum: at samgongan ætlar at fella uppskotið um at beina hetta órættvísið móti teim tímaløntu burtur. Nei, hesi "tíðindi" byrja við teirri sensationellu nýggjheit, at ósemja er millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin...! Og eftir nøkur fá orð hevur sjónvarpsmaðurin so eina drúgva samrøðu við framsøgumannin fyri Tjóðveldisflokkin, sum annars allan seinnapartin onki annað hevði havt at bjóða uppá, enn ússaligar undanførslur. Men her fær hann so aftur einaferð høvið, men nú einsamallur, at lána mikrofonina í almenna loftmiðilinum, at halda eina verjurøðu at rættvísgera seg og síni...

Ein kann sjálvandi gera sær sínar tankar um, hví tíðindini vóru snarað á handan bógvin. Eitt er, at sjónvarpsmaðurin kanska ikki leggur í, hvat uppskotsstillararnir halda, ella at konfrontera báðar partar í málinum. Tað sum verri er, er at ongin áhugi var fyri tí, sum átti at vera tað mest sjálvsagda: at skifta orð við tann veruliga partin í málinum: tey tímaløntu, tey sum alt hetta snýr seg um. T.d. við at hoyrt, hvat feløgini hjá teim tímaløntu siga til hetta skammiliga sirkusið, t.d. tosa við Ingeborg, ella Karl, ella Vígdis ella onkran talsmann hjá teim teim tímaløntu. Tey mátti verið sakini meira viðkomandi, enn møsnið hjá Pálli á Reynatúgvu.

Umframt hesa vóru 2 aðrar "stórsøgur" úr Føroyum í Degi og Viku tórskvøldið. Onnur var um tær foknu lego-kulissurnar á Tórsvølli. Har var innslagið við Poul Michelsen nógv skemtiligari enn skemtið sum varð gjørt úr honum og Tórsvølli í Ólavsøkukabarettini. Hetta var sjónvarp av fínasta slag. Hin "stórsøgan" var eitt merkiligt uppafturkók, har man roynir at gera eitt stórt drama burtur úr eini søgu úr grundlógarnevndini. Við tí melodiinum: hygg, so beistaktigir eru danskarar!

Eg meini - Dagur og Vika er tíðindasendingin í tí almenna sjónvarpinum, 3 sendingar uppá knappar 20 minuttir 3 ferðir um vikuna. Hetta var so 33 % av tíðindunum úr Føroyum hesa vikuna.

Hans Pauli Strøm,

javnaðartingmaður