Um at vera skrivandi fólk í Føroyum

Dagny Joensen, rithøvundur

Tað er áhugavert og gevandi, at alt fleiri ummælarar viðgera útgávur - bókmentir av øllum handa slag, sum koma út serliga um jóltíð í Føroyum. At ummælararnir eru útbúgvið fólk, sum hava skil fyri bókmentatilfari, er gagnligt, men eitt ummæli skal ikki vera ein kapping um, hvørt ummælarin veit meira um bókmentir enn rithøvundin.
Ummælarin skal helst vera rithøvundinum til hjálpar og vera positivur í sínum kritikki. Tað kann gagna tí sum skrivar og geva innlit um teknisk viðurskifti, sum óroyndur rithøvundur kanska als ikki veit um.


Fyrr í tíðini
Eg tosaði við ein rithøvund einaferð í áttatiárunum, sum hevði útgivið fleiri bøkur, men hann hevði ongantíð fingið eitt ummæli.
Sum Marius Johannesen, sáli, einaferð segði mær um eitt ummæli hann hevði í Tingakrossi fyri nógvum árum síðan. Hann kundi bert siga, at: " Bókin liggur væl í hondini". Hann kendi familjuna hjá rithøvundanum, og vildi ikki fornerma tey, men helt eisini, at hann ikki vildi forskrekkja hetta unga menniskja, sum hevur skrivað bókina.


Ikki alt er lesiverdugt
Nú eru fleiri ummælarar , men tíverri fara nakrir so illa við teimum, sum hava skrivað - ja, við hvørt tykist tað sum ummælarin vil siga - "hvat billar tú tær inn, at skriva."

Tað er sjálvandi ikki rætta framferðin, tí vit hava skrivifrælsi og tí er orðið er frítt. Bert er spell, at tilfar kemur út, sum kanska skuldi verið betur gjøgnumarbeitt, men eingin er at venda sær til, sum kann hjálpa teimum, sum halda seg hava eina góða søgu.

Tíverri hendir ofta, at tú fært eina bók upp í hondina, sum tú als ikki tímir at lesa, tí hon er so vánaligt. Tað kemur eisini fyri onkuntíð við útlendskum bókmentum, men als ikki í so nógvum førum sum hjá okkum.


Vil eingin - geva rithøvundarnir út
Skrivaða orðið er so nýtt í Føroyum, og tað tykist sum hava vit ongantíð fingið lagt eitt haldgott grundarlag ella stýring av, hvat verður givið út. Vilja bókaforløgini ikki, so geva fólk sjálvi út. Tá ræður bert tilvildin, og ivaleyst hava nógv brent seg av hesum - til onga nyttu!


Sjónleikur - dømi um menning
Onnur listagrein er sjónleikur, sum er eins gamal og málið. Har hava fólk megnað at hildið leiklistini uppi og at menna hana, hóast tað hevur tikið drúgva tíð.

Hvat er at gera: Vit kundu stovnað eitt áhugafelag fyri skrivandi fólk - eins og MáF er fyri áhugaleikarar. Har kundu fólk fingið vitan og ráðgeving í skriving og at skipa tilfar til bókaútgávu, og ikki minst sloppið at tosa við ein kønan, sum kundi sagt skrivandi, um gávurnar - ikki bert at skriva - men serliga gávur at siga eina søgu, sum verður so áhugaverd, at vit tíma at lesa hana. Ikki øll hava hesar gávur, men kanska eru nøkur, sum hava gávur, men ikki dirvi og áræði at fara undir slíkt arbeiði, og tí ongantíð gera álvara av sínum ætlanum.

Samtíðarójavni:
Ummælarar halda at teir skulu viðgera føroyskar bókmentir á hædd við ummælarar í øðrum londum.
Tað haldi eg er skeivt, tí vit hava ikki somu fortreytir ella møguleikar at menna okkara skrivandi fólk og aðrar smátjóðir. Við einum fínum orði kallast tað samtíðarójavni ella usamtidighed, og tað vita teir útbúnu ummælarar, hvat er.
Harvið meini eg ikki, at ummælarar skulu tosa fólk eftir munninum, ella at geva teimum ein slutur fyri ein slatur.
Teir mugu taka útgangsstøði í okkara umhvørvi og viðurskiftum og finnast at og gera við, sum teir halda vera rættast í hvørjum einstøkum føri.
Ummælarar kunnu vera við til at læra skrivandi fólki, geva teimum ráð og leiðbeining, um tað sum er skeivt ella illa fráfarið - og teir skulu vera erligir í síni meting. Tað er óneyðugt at niðurgera hetta fólkslagið meira enn øll onnur fólk í samfelagnum. Rithøvundar, sum ditta sær at skriva, skulu ikki vera til spott og spei av ummælararum.