Og nú mæla niðurlendskir myndugleikar so frá, at familjur við smáum børnum fara í skógin.
Fráboðanin kemur eftir at ein 10-ára gomul genta bleiv bitin av úlvi nærhendis Utrecht, mitt í Niðurlondum, og at eitt annað barn varð rent um koll av einum úlvi. Tilburðirnir fóru fram í Utrechtse Heuvelsrug, sum er eitt øki uttanfyri Utrecht, har gongufólk, rennarar og fólk á súkklu dáma væl at vera.
Myndugleikarnir hava sent út fráboðan, har teir “eggja øllum vitjandi til at vera sera varin, tá tey vitja í økinum,” skrivar tíðindastovan AFP, sum m.a. DR Nyheder, The Guardian og The Independent endurgeva.
“Í løtuni er ikki ráðiligt at vitja hesar skógirnar við smáum børnum,” stendur eisini í fráboðanini.
Tilburðurin, har eitt barn varð bitið av úlvi, fór fram fyri tíggju døgum síðani, og ein DNA-kanning varð gjørd, sum staðfesti, at talan var um úlvabit. Úlvurin kom aftur til Niðurlond í 2015. Tá hevði hann ikki verið sæddur í landinum í 150 ár.











