Ullrich fyri rættin

Myndugleikarnir í Schweiz hava nú gjørt av at reisa ákæru móti fyrrverandi toppsúkklaranum, Jan Ullrich. Ullrich er áður dømdur sekur í doping-nýtslu, men hesa ferð er ákæran, at hann hevur flutt pening til spanska dopinglæknan, Eufemiano Fuentes. Ullrich gavst at súkkla í 2006, tá hann varð tveittur úr Tour de France. Um hann verður dømdur sekur hesaferð, sleppur hann á ongan hátt at virka innan súkkluítróttina aftur.