Ukraina fer at bjóða seg fram at keypa amerikansk vápn fyri 100 milliardir dollarar - fíggjað av Evropa - um USA tryggjar krígsherjaða landinum trygdina afturfyri eina friðaravtalu við Russland.
Tað vísir eitt skjal, sum Financial Times hevur sæð.
Sambært uppskotinum fara Ukraina og USA eisini at skriva undir eina avtalu upp á 50 milliardir dollarar um at framleiða dronur í ukrainskum fyritøkum, sum hava verið í fremstu røð innan tøkni, síðani kríggið byrjaði í februar 2022.