Russland sendi í nátt 267 dronur inn í Ukraina.
Tað skrivar talsmaðurin hjá loftverjuni, Yurii Ihnat, í einum uppslag á Facebook, og kallar tað eitt met fyri russisk álop.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Av teimum 267 dronunum vórðu 138 av teimum uppfangaðar av loftverjuni í Ukraina, meðan 119 einki mál raktu og tí ikki gjørdu skaða, upplýsir Ihnat.
Hann skrivar einki um, hvat hendi við hinum tíggju dronunum. Men í fráboðan frá ukrainska herinum á boðtænastuni Telegram stendur, at fleiri øki, eitt nú Kiev, eru "rakt".
Samstundis sigur russiska verjumálaráðið, at tjúgu ukrainskar dronur, sum vórðu sendar móti Russlandi, vórðu "oyðilagdar" í nátt.
Í Ukraina hava økismyndugleikarnir eisini boðað frá einum russiskum rakettálopi, sum teir siga hendi seint í gjár og kostaði einum manni lívið og særdi fimm. Tað hendi í býnum Kryvyi Rih.
Fráboðanirnar komu dagin fyri triðja ársdagin fyri, at Russland herjaði á Ukraina 24. februar 2022.
Ritzau/AFP