Uden mad og drikke, duer cowboyen ikke

Ongum nýtist at ganga svangur á country-festivali.

The Klondyke eitur festivalmatstovan á country-festivalinum. Tað er Hvonn Brasserie, ið stendur fyri, og eftir øllum at døma er matstovan væl dámd. “Vit hava havt fitt av fólki á vitjan í dag”, sigur Jenny í Heiðunum. “Fólk eru í góðum lag og lata væl at matinum.”

 

Á rættum western-hátti borðreiða tey við grillaðum mati. Búffur, lambskjøt, nachos við høsnarunga og chili con carne standa á matarlepanum. Tey hava gjørt fitt burtur úr at pynta matstovuna, fyri at skapa rætta dámin um máltíðina. Hvítir dúkar liggja á borðinum. Vinyl-plátur hanga á vegginum. Og prikkurin yvir i’ið eru gomlu western-myndirnar, ið verða vístar á stórskíggjanum í salinum.