U21-landsliðið: Her er lutakastið

Fyri uttan Frakland, so er talan ikki um tey mest spennandi londini, ið U21-landsliðið skal spæla móti

Lutakastið EM-undankappingina hjá U21-landsliðnum hevur verið í dag. Talan er um eitt misjavnt lutakast, tá hugt verður eftir mótstøðu og ferðing. Føroyar eru í bólki saman við Serbia, Ukraina, Norðurmakedonia og Armenia.

U21-landsliðið hevur ongantíð spælt móti Fraklandi í U21-høpi. Frakland er millum sterkastu londini í kappingini og tað verður óiva ein torfør uppgáva. Øll hini londini eru úr eysturevropa.

Vit vóu í bólki saman við Serbia til EM 2013 undankappinginia. Tá taptu vit 5-1 í Serbia og 2-0 í Føroyum. Sermerkt við dystinum í Serbia var, at Róaldur Jakobsen legði Føroyar á odda. Vit hava ikki verið í bólki saman við Ukraina og Armenia fyrr, men vit vóru í bólki saman við Norðurmakedonia seinast. Tá taptu vit heili 7-1 á útivølli, og taptu 2-1 á heimavølli.

Bólkur H: Frakland, Serbia, Ukraina, Norðurmakedonia, FØROYAR, Armenia