U21 HM: Føroyar eru aftur greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

11 altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum greiðan favoritt at vinna á Japan í innleiðandi HM-bólki D í morgin fyrrapartin klokkan 10

Mynd: Harald Bjørgvin

Klokkan 10 í morgin fyrrapartin spælir føroyska U21-manslandsliðið í hondbólti ein lykladyst móti Japan í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum, ið er í Týsklandi og Grikkalandi í hesum døgum.

 

Vinna Føroyar á Japan og vinnur Spania á Angola, so eru Føroyar og Spania víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

KVF vísir dystin beinleiðis. 

 

Japan megnaði at skjóta 28 mál móti Spania, men teir lótu 43 mál inn. Føroyar megnaðu at vinna 34-21 (18-8) á Angola í einum dysti, har allir teir føroysku leikararnir sluppu at royna seg.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur sum lata odds upp á dystin millum Føroyar og Japan hava Føroyar sum ein greiðan favoritt til at vinna dystin.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,03 og 1,10, sum má sigast at vera óvæntað lágt í hesum førinum.

 

Oddsini upp á sigur til Japan liggja millum 8,00 og 11,40, sum samstundis má sigast at vera óvæntað høgt í hesum førinum.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##

 

Spania er so stórur favorittur móti Angola, at har hava veddingarfyritøkurnar eingi odds upp á spanskan sigur. Miðaloddsini upp á angolskan sigur eru 39,50. 

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin