U19 landsliðið fingið nýggjar venjarar

Fótbóltssamband Føroya hevur sett Ábraham Løkin og Albert Ellefsen sum venjarar hjá U19 landsliðnum

 

Báðir hava teir drúgvar royndir innan føroyskan fótbólt. Ábraham og Albert hava báðir tikið venjaraútbúgvingar, og eru teir nú í gongd við at víðariútbúgva seg.

 

Fyri at menna U19 leikararnar enn meira hevur FSF avgjørt at taka lut í einari Elitukapping, sum verður í Lyngby í Danmark í døgunum frá 30. juli til 4. august.

 

Hetta er ætlað sum fyrireiking hjá U19 landsliðnum til EM undankappingina, sum verður í Bulgaria í døgunum 10. ?15. oktober í ár. Londini í bólkinum eru Bulgaria, Danmark, Turkaland og Føroyar.

 

Undanfarnu venjarar hjá U19, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, eru settir sum venjarar hjá U21 landsliðnum.