U19 HM: Saudiarabia vann á Iran - øll liðini eru á tveimum stigum

Iran kláraði ikki leiklutin sum favorittur. Saudiarabia vann 29-26 (10-14) á Iran

 

Mynd: IHF

Móti Svøríki og móti Føroyum dugdu iranar væl at spæla leiklutin sum teir undirtippaðu. Í kvøld dugdu teir ikki at vera í leiklutinum sum favorittar.

 

Iran tapti í kvøld 26-29 fyri Saudiarabia í okkara millumbólki í HM-endaspælinum fyri U19-manslandslið í Kroatia. Í steðginum var Iran á odda 14-10.

 

Móti Svøríki og Føroyum hendi tað øvugta hjá Iran. Teir vóru aftanfyri í steðginum, men megnaðu at fáa ávikavist sigur og javnleik.

 

Saudiarabiski sigurin á Iran og føroyski 30-28 (12-10) sigurin á Týsklandi merkir, at øll fýra liðini hava tvey stig hvør.

 

Føroyar og Saudiarabia spæla klokkan 16 og Týskland og Iran spæla klokkan 18 í morgin. 

 

Føroyar eru í løtuni nummar tvey, og vinna seg víðari í fjórðingsfinalurnar við sigri ella javnleiki í morgin. 

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: IHF